Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í Fíggjarmálaráðnum standa dyrnar opnar

Fíggjarmálaráðið er altíð sinnað at halda fram við samráðingum við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hetta krevur kortini, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar veruliga vísir vilja til at finna semju. So hevur ikki verið higartil.

Ynskti sjúkrarøktarfrøðingafelagið semju?

Frá fyrsta samráðingarfundi til í dag hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki viljað flutt seg í sínum lønarkrøvum. Og longu áðrenn fyrsta semingsroynd yvirhøvur varð roynd, boðaði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá verkfalli. Hetta er als ikki vanligt og ilt at skilja. Fíggjarmálaráðið ynskti semju og tilkallaði tí semingsstovnin. Men heldur ikki hetta munaði. Fíggjarmálaráðið royndi at koma við semjuuppskotum at arbeiða víðari við, men Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-frøðingar vildi ikki flyta seg.

Fíggjarmálaráðið má taka atlit til alt samfelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kom til samráðingarnar við óvanliga høgum lønarkrøvum, sum Fíggjarmálaráðið ikki kundi ganga á møti. Hetta kemst ikki minst av, at Fíggjarmálaráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at samlaði almenni útreiðsluvøksturin og lønarvøksturin er á einum hóskandi støði. Bæði við atliti til almenna geiran, privata geiran og kappingarførið hjá Føroyum sum heild. Ov høgur lønarvøkstur kann skjótt elva til prísvøkstur, versnandi kappingarføri og neiligar avleiðingar fyri alt samfelagið.

Munandi reallønarhækking
Tað hevur í sambandi við lønarsamráðingarnar hesuferð verið eitt politiskt ynski at lyfta tey lægstløntu. Tí er lønarhækkingin hesuferð ásett í krónum heldur enn prosentum. Ítøkiliga hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fingið bjóðað 1.449 kr. meira um mánaðin yvir tvey ár - 695 kr. fyrsta árið og 754 kr. annað árið. Talan er sostatt um eina munandi lønarhækking.

Verða allar semjur á almenna arbeiðsmarknaðinum gjørdar eftir hesum leisti, hækka almennu lønirnar í meðal 4,8% samanlagt tey næstu tvey árini, og almennu lønarútreiðslurnar vaksa í sama tíðarskeiði 110 mió. krónur.

Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar svarar lønarhækkingin í krónum til 5,15% í lønarhækking yvir tvey ár í miðal fyri henda bólk. Við lága prísvøkstrinum, sum seinasta árið bert hevur verið 0,8%, er eisini talan um eina munandi reallønarhækking.

29 fakfeløg og skipaðar lønarsamráðingar
Fíggjarmálaráðið samráðist við 29 fakfeløg um løn á almenna arbeiðsmarknaðinum komandi 2 árini. Um lønarkarmurin skal endavendast í hvørjari samráðing, so gerst avleiðingin, at veruligur ruðuleiki fer at valda á almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta ber sjálvandi ikki til.

Siðvenja í áratíggjum hevur verið, at størsta fakfelagið, ið ger sáttmála fyrst, leggur yvirskipaða lønarkarmin fyri aðrar lønarsáttmálar, ið samráðst síðan hevur verið innanfyri við hvørt einstakt fakfelag. Hóast hetta, so hava fakfeløgini valt ikki at samráðast saman, men heldur at lata størsta felagið ganga á odda við at áseta yvirskipaða lønarkarmin fyri almenna arbeiðsmarknaðin.

Er samráðingarvilji standa dyrnar opnar
Dyrnar í Fíggjarmálaráðnum eru altíð opnar fyri einum nýggjum samráðingarfundi, og vit vilja enn sum áður eisini finna eina semju, men hetta krevur, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eisini ynskir at finna semju. Er samráðingarvilji standa dyrnar altíð opnar.