Í Danmark skal nýggj strategi økja útflutningin til vakstrarmarknaðir
Vinnuhúsið: Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir greiðari skipan fyri útflutningsframa í Føroyum.
Danska stjórnin metir, at enn størri dentur skal verða lagdur á teir nýggju vakstrarmarknaðirnar. Hon leggur upp til eina nýggja strategi til tess at økja um danska útflutning til ikki bara BRIK-londini (Brasilia, Russland, India, Kina), men eisini til nýggja hávakstrarmarknaðir sum Suðurkorea, Vietnam, Suðurafrika, Indonesia og Turkaland.
Tað er handils- og íløguráðharrin, Pia Olsen Dyhr, sum skal standa fyri at gera nýggju strategiina. Hon trýr uppá, at um størri orka verður nýtt á hesum øki, fer hetta at skaffa arbeiðspláss til Danmarkar.
Hjá DI er støðan hon, at tað er eitt gott hugskot at leggja størri dent á nýggju vakstrarmarknaðirnar, og at tað er nøkur rættuliga góð útlit í at styrkja útflutningin við hægri játtanum. Men sum altíð er tað eisini ein spurningur um, hvussu pengarnir verða brúktir, og hvussu ein nýggj strategi fer at síggja út. Thomas Bustrup, stjóri, vildi helst, at ein stórur partur av pengunum fer til at styrkja skipanina við kollektivum útflutningsframa. Her lata bæði staturin og fyritøkurnar pengar, og tað góða við skipanini er, at vit vita, at hon virkar sera væl.
“Harafturat hava vit góðar royndir við, at pengarnir í skipanini arbeiða væl. Eftirmetingar av skipanini vísa, at hetta er ein stórur fyrimunur fyri bæði Danmark og donsku fyritøkurnar. So tað fæst veruliga value for money í skipanini fyri útflutningsframa”, sigur Thomas Bustrup.
Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir í vinnusjónarmiðum á, at tað er neyðugt at vit røkja okkara áhugamál sum land. Eisini verður víst á, at vit í Føroyum ikki hugsa nóg strategisk í mun til umheimin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á, at so lítil dentur verður lagdur á marknaðarføring av føroyskum útflutningi. Vælvirkandi útflutningsvinnur eru sera umráðandi fyri føroyska búskapin. Mælt verður til, at skipað verður eitt føroyskt útflutningsráð at røkja áhugamál hjá føroyskum útflutningsvinnum, og at hetta eigur at verða gjørt í tøttum samstarvið millum almennu fyrisitingina og vinnulívið.
Kelda: DI Business og Koyrið so á motorin