Í dag verður hátíðarhald av Erlu Kongsdóttur
Nýggja ferjan hjá Strandfaraskipum Landsins Erla Kongsdóttir verður doypt í dag
Í hesum sambandi eru umboð fyri pressuna boðin við til hátíðarhaldið, sum byrjar á Bursatanga í Havn mánadagin kl.11.00 við hesi skrá:
1. Hilmar Eliasen bjóðar vælkomin og heldur røðu.
2. Skipið verður doypt og Jørgen Niclasen heldur røðu.
3. Fólk kunnu fara umborð at síggja skipið.
4. Farið verður framsýningartúr fyri innbodnum.
Fyri at halda koronatilmælini kunnu í mesta lagi 30 vitjandi bjóðast við umborð á hvønn
framsýningartúr.
Umráðandi er, at vit fáa skrásett øll, sum luttaka og er tí neyðugt, at venda aftur við tilmelding hjá teimum, sum eru boðin við.