Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hyljarnir í Viðarlundini gerast reinir aftur

Seinastu vikurnar hevur verið so turt í Havn, at nærum einki vatn er runnið í hyljarnar í Viðarlundini. Nógv grønska hevur verið at síggja og fuglarnir hava tøssað í móru fleiri staðni.

Fólk hava verið sera ónøgd við hetta og hava kært sína neyð hjá kommununi. Av sínum eintingum fór kommunan nú undir at veita fyrstuhjálp í Viðarlundini, upplýsir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Eitt samstarv varð gjørt við sløkkiliðið, sum hevur sett eina stóra pumpu upp inni í Viðarlundini. Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, sigur, ikki varð hildið ráðiligt at taka drekkivatn úr brandpostunum at spræna í ánna, tí varð valt heldur at pumpa vatn úr ánni longur niðri niðanaftur í stóra hylin.

Bara nakrar tímar eftir at sløkkiliðið hevði skrúvað frá fyltist ovari hylur og tað byrjaði at renna oman í niðara hyl, sum var fullur av móru og grønum slíggi.

- Vit lata tað renna í nakrar dagar, so alt hetta grøna fer oman á sjógv, sigur Kartni Jakobsen, sum leggur aftrat, at teir hava tosað við landsmyndugleikarnar um at seta eina lítla, friðarliga elektriska pumpu upp, og grava eina slangu niður, so altíð ber til at tendra eitt lítið gosvatn í ovara hyli, tá tørvur er á vatni. Borgarstjórin sigur seg vóna, at hyljarir vera fullkomiliga reinir og vakrir til pisufundin hóskvøldið.