Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu verður við lóg um endurvenjing?

“Tað skal verða mín vón og mítt ynski, at lóg um endurvenjing skjótt sær dagsins ljós, jú skjótari, jú betri” Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Á tingfundinum mikudagin fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Karsten Hansen ein munnliga fyrispurning um hesi viðruskifti.

Edva vil hava at vita, hvussu langt arbeiðið er komið við at gera lóg um endurvenjing.

Eisini vil hon hava at vita, nær í seinasta lagi omanfyri nevnda lóg kemur í Løgtingið til viðgerðar og støðutakan.

Tað er sera ótrygt, tá sjúka rakar, ikki at hava ein lógarkravdan rætt til endurvenjing. Hesin ótryggleiki rakar bæði sjúklingin sjálvan og tey avvarandi. Tað verður í ávísan mun veitt endurvenjing, men um sjúklingurin, ein almennur stovnur og landsstýrismaðurin hava eina lóg at halda seg til, so hevur sjúklingurin krav um eina skipaða endurvenjing - tað ger allan munin.

Endurvenjing er við til at gera tað, at sjúklingurin skjótari kann koma fyri seg og tað er ein “vinn-vinn” støða hjá øllum, og ikki minst hjá tí persóninum, sum er raktur av sjúku, og teirra avvarandi. Tað týdningarmesta, tá sjúka rakar er, at tad verður arbeitt fyribyrgjandi, so viðkomandi kann fáa ein gódan, virðuligan og fyri nógv ein meira virknan dagligdag.

Edva heldur, at ein lóg um endurvejning eigur at verða sett í gildið skjótast til ber og játtan at fylgja við.

Edva Jacobsen

Løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin