Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu verður eldrapolitikkurin í framtíðini?

Áhugaverdur almennur panelfundur um framtíðar eldrapolitikkin verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánadagin hin 14. mai 2012 kl.19, inngongdin er við Karlamagnussarbreyt.

Í sambandi við at Landsstýrissamgongan hevur útnevnt árið 2012 til at vera ár teirra eldru, skipar Eldraráðið í Tórshavnar kommunu fyri einum panelfundi um eldrapolitikk í Føroyum mánadagin hin 14. maj.

Endamálið við fundinum er at fáa eina nærri lýsing av eldrapolitikkinum hjá sitandi samgongu, og at hoyra, hvat teir kommunalu politikkarnir og almannastovan halda um avleiðingarnar av teimum broýtingum, ið koma av at eldraøkið verður flutt út til kommunurnar 1. januar 2014.

Hóast fólkaatkvøðan um kommunusamanlegging er farin aftur um bak, tykist enn vera tørvur á einum orðaskifti um, hvør okkara støða sum pensionistar verður í framtíðini.

Løgtingið hevur javnan mál frammi, ið hava ávirkan á støðu teirra eldru, men enn er ikki tikið stig til at gera ein eldrapolitikk, hóast hetta stendur í samgonguskjalinum. Har stendur at ein arbeiðsbólkur, ið millum annað skal hava umboð millum tey eldru skal orða ein slíkan politikk.

Fundurin er almennur og ikki aldursavmarkaður, og vit vóna tí at øll, ung sum gomul, ið hava samfelagsligan áhuga, vilja nýta hetta høvi at hoyra, hvat myndugleukarnir hava at siga um hesi týdningarmiklu mál, og at geva teirra ískoyti til orðaskiftið.

í panelinum sita Annika Olsen landsstýriskvinna í Almannamálum, Kári P. Højgaard Landsstýrismaður í Innlendismálum, Heðin Mortensen, borgarstjórií Tórshavnar kommunu, Asbjørn Djurhus, Formaður í Føroya Kommunufelag og Petra Jónsdóttir Joensen, Almannastjóri.