Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu nógvar fosturtøkur eiga at vera í Grønlandi....

... sjáldsamar niðurstøður frá grønlendska landslæknanum, men eisini ein ásannan av einum av nútíðarinnar størstu trupulleikum.

Útvarpið visti sunnudagin at siga frá ræðandi fosturtøkutølum í Grønlandi. Tøl vísa, at eins nógvir grønlendingar fáa nokta atgongd til lívið, sum teir, ið verða føddir.

Perlan IIulissat

Ræðandi, men einki nýtt, tí so hevur tíverri verið í mong ár. Minnist eina vitjan á sjúkrahúsinum í IIulissat fyri nøkrum árum síðani. Útnorðurráðið var á vitjan í hesari perluni av einum grønlendskum býi, og á vælútbygda sjúkrahúsi teirra fingu vit at vita, at størsti aktiviteturin har var ikki at bjarga lívum, men at taka ófødd lív. Tað vakti eina ikki sørt ræðandi og ófrættakenda kenslu at ganga har.

Svarið er eittans!

Svarið til iva landslæknans, tá hesin sigur seg einki boð hava uppá, hvussu nógvar fosturtøkur eiga at vera í Grønlandi, er einfalt- rætta talið á fosturtøkum er 0! Null í Grønlandi, null í Føroyum, null í øllum heiminum, null um allar ævir!

Eitthvørt framkomið samfelag burdi verið so á leið komið, at einki fostur, eingin kvinna og eingi hjún verða slept upp á fjall, men væl og virðiliga hjálpt ígjøgnu allar tær forðingar, sum kunnu stinga seg upp og gera at ein barnsburður kenst teimum óyvirkomuligur! Ikki bert tí at vit, sum hava fingið framíhjárættin at verða fødd, ongan rætt hava at nokta øðrum rættin til lívið, men eisini tí at ein fosturtøka er ikki kostnaðarleys. Hon kostar barninum lívið, men hon ger seg eisini inn á mammuna, ístaðin fyri at hjálpa henni. Og harvið voldir hon sár, sum kunnu geva mein restina av lívinum.

Ein djarvur grønlendskur landslækni.

Sambart Kringvarpinum vísir grønlendski landslæknin á, at: ... ” fosturtøka er ikki vandaleys. Hon kann hava bæði likamligar og sálarligar avleiðingar, og tí er neyðugt at fáa talið av fosturtøkum niður ”.....

At vága sær at nevna fylgurnar av fosturtøkum, hevur higartil ikki verið lukkuligt. Tí eigur grønlendski landslæknin stóra tøkk uppiborna, at hann torir at nevna og staðfesta hendan veruleikan. Tí opinleiki um vandarnar er neyðugur fyri at kunna veita øllum hesum særdu kvinnum og hjúnum ta hjálpina, tey við tí neyðarrópinum ein umbøn um fosturtøku er, senda okkum. Ella fyri at brúka egnu orð landslæknans:

... ” skulu fosturtøkurnar fækka, krevst arbeiði í heilsuverkinum. Ikki bert eitt skifti, men støðugt arbeiði og kunning ”..., sigur Flemming Kleist Stenz.

Jenis av Rana