Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu nógv loyvir eru givin at ala krækling kring landi

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður ferð á tingfundinum í dag at seta Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landstýrismann í vinnumálum um:

Hvussu mong loyvi eru givin at ala krækling kring landið og hvar?

Eisini spyr hann hvussu stórur áhugi fyri hesi vinnu, hvussu nógvar umsóknir bíða eftir svari.

Um ja, hvussu long er viðgerðartíðin, nær kann væntast svar.

Er frøðin/vitanin í Føroyum samd við niðurstøðuni, at kræklingur er umhvørvisvinarlig aling, verður ikki fóðrað, etur laksalúsayngul og tekur biomassan úr sjónum.

Viðmerkingar til fyrispurningin
Alivinnan er ein sólskynssøga og er ein høvuðsorsøkin til, at tað gongst so væl í landinum. Vit eiga altíð at stremba eftir at fáa eina so fjøltáttaða vinnu sum gjørligt, og seinnu árini hevur "føroysk framleidd matvøra" staðið seg væl  kappingini, og verið ein liður i menningini, at marknaðarføra Føroyar og føroyska mentan.

Um kanningar til aling av kræklingi uttanlands eru eftirfarandi, so reinsar kræklingur  sjógvin og tekur laksalúsayngul. Tað verður spennandi at fáa niðurstøðuna hjá landstýrismanninum, um aling av kræklingi og laksi kunnu virka samskipað. Um so er, kunnu vit á henda hátt menna eina nýggja vinnu og samstundis betra um møguleikarnar fyri laksaalingini.