Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?

Henda spurningin seta nógvir handlar sær sjálvum í hesum tíðum, har mesta samskiftið fer fram umvegis sosialu miðlarnar.

Handilsvinnufelagið skipar tí fyri einum heimleiðistiltaki fyri limum sínum í Vinnuhúsinum, hósdagin 23. januar, kl. 15, har Jákup Justinussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, fer at halda ein fyrilestur við heitinum:
 
“Hvussu marknaðarføra okkara handil á Facebook?”
 
Hósdagin 13. februar verður síðan eitt hálvdagsskeið, fyri limirnar í Handilsvinnufelagnum, í marknaðarførðslu og at gera lýsingar á Facebook.
 
Tað verður eisini Jákup Jusitnussen, serfrøðingur innan talgilda marknaðarførslu, sum fer at halda skeiðið, men av tí at talan er um eitt skeið við praktiskari undirvísing, so er luttakaratalið til hálvdagsskeiðið avmarkað.
 
Limirnir í Handilsvinnufelagnum hava fingið nærri kunning um skeiðið, og tað eru enn pláss eftir til skeiðið.