
Hvussu manna vit størvini í Føroyum
Kjakið um manglandi starvsfólk hevur fylt nógv í fjølmiðlunum seinastu tíðina. Starvsfólkatrotið er ein vaksandi trupulleiki, sum vinnan nú stríðist við í alt størri mun enn áður. Vit hoyra um sama trupulleika á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Í kjakinum á Vinnudegnum spyrja vit ’Hvussu manna vit størvini í Føroyum?’
Tey luttakandi í kjakinum eru:
- Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
- Sonja Jógvansdóttir
- Marita Rasmussen
Undan kjakinum hevur Johnny í Grótinum ein stutta framløgu, har hann lýsir støðuna, sum hon sær út nú.
Tað verður Brynhild Thomsen, journalistur, sum stýrir kjakinum, og sum eisini leiður okkum gjøgnum dagin.