Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu leingi varar ein wc-vitjan?

Ella ein tabletinntøka hjá einum pensionisti, ið er á stovni? Jú, eg hoyrdi rætt.

ÚF greiddi frá. einari umfatandi kanning av øllum møguligum og ómøguligum pensionista- viðurskiftum, ið skulu registreast við tíðar- og peningsparingum fyri eyga.

Men í staðin fyri at kanna tey gomlu í høvd og reyv, eiga myndugleikarnir at vísa vit og skil og ikki minst eitt gott hjartalag eisini í sambandi við okkara gomlu, sum í mong Harrans ár hava slitið fyri land og fólk – og eisini slitið fyri tey gomlu, íð undan teimum eru farin.

Tað er bæði skammiligt og ófyrigeviligt ikki at geva okkara gomlu kvalitetstíð. Tey treingja so sanniliga til sosiala samveru.

Gevið teimum tíðina, og tit verða vælsignaðið bæði av Guði og monnum.

Stuttligt hevði verið at fingið at vitað, hvør ið er upphavið til sparukanningarnar og hvørjar hugsjónirnar, ið eru handan verkið, sum annars eigur at verða steðgað í stundini.

Dagfinnur Danbjørg.