Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu kunnu fyritøkur halda tilmælini

Fyritøkur, sum eru limir í feløgum í Vinnuhúsinum, kunnu fáa ráðgeving, um hvussu tær kunnu leggja til rættist og halda almennu tilmælini fyri at fyribyrgja smittu av COVID-19.

Nú løgmaður hevur fráboðað, at enn størri partur av vinnuliga virkseminum, kann fara í gongd aftur, minna vit á, at til ber hjá fyritøkum, sum eru limir í feløgum í Vinnuhúsinum at fáa ráðgeving uttan eyka kostnað.
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ráðgeva tøkan, sum kann ráðgeva fyritøkum um, hvussu tær á bestan hátt kunnu hava virksemið koyrandi, men í einum og øllum hava skipanir og ein atburð sum minkar um spjaðing av smittuni. Hava fyritøkur tørv á ráðgeving ber til at senda teldupost til gudny@industry.fo ella ringja 739908.
 
Henda tænasta hevur verið virkin síðan Føroyar var sett niður í ferð umleið hálvan mars og ein røð av fyritøkum hava nýtt henda møguleika.
 
Coronasíðan 
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt ein portal við kunning til føroyskar fyritøkur í s.v. Corona-farsóttina. Herundir hvussu til ber at avmarka smittu á arbeiðsplássum, ferðing um landamørk, útlendska arbeiðsmegi og innihald í hjálparátøkunum hjá landinum.
 
Kunningin verður dagførd eftir tørvi og so hvørt sum broytingar henda, sum eru viðkomandi fyri fyritøkur.
 
Heimasíðan er at finna her: www.industry.fo/corona