Hvussu kann mann vera heilur í fleiri størvum
Nú hava vit tosa mangan um, at tú hevur eitt starv og tú røkir tad eftir førimuni, men sjálvandi vid hjarta og sál. Tað er sum oftast grundarsteinurin hjá, og í familjuni. Komi at hugsa um hvussu nógv av okkara fólkavaldu halda, at tað er serliga átroðkandi at hava meira enn eitt starv. Eg meini bara, hevur mann so funni útav, at tá mann er í tveimum størvum er mann heilur. Haldi eg minnist orðatakið, - har mann ikki er heilur er mann hálvur-. Vit hava t.d. læknar á tingi, teir siga seg røkja 2 størv uttan trupuleikar. Kann mann veruliga verða heilur á báðum støðum. Haldi ikki tað kortini. Skera vit tað út í papp, og siga t.d. at Jenis hevur eitt altroðkandi mál á løgtingi, um at skerja rættin hjá einari mammu, at ráða yvir sínum kroppi, kann hann so samstundis hjálpa einum sjúklingi sum er komin í bíðirúmi við einum møguligum blóðtøppi. Nei, eg spyrji bara.
Hvat við øllum hinum, hvørs fíggjarligu áhugamál seta eitt serliga stórt krav til ógegnið. Haldi vit hava sera nógv keðilig dømir um tvíflokkamenn, sum eru tagd burtur. Taka vit tey alment løntu, eg meini t.d. HansPauli og Øssur stilla upp fyri Tjóðveldi, teir haldi eg arbeiða á hagstovuni. Teir verða kanska valdir, men fáa teir so fulla løn á báðum støðum. Havi eisini altíð hoyrt, at vera skúlalærari og løgtingsmaður, so skorar mann kassan. Onkur peningastovnsstjórar hava verði løgtingsmenn, men tað er nokk ikki nakar trupuleiki at heva tvær lønir við kassa 1, hvør hyggur at hvat stjórin ger, skrivar hann frávera?. Vit hava løgtingsmenn sum eisini eru fólkatingsmenn, tað hevur nokk ikki akkurát lønt seg fyri tey sum gjalda, kann mann nokk róligt siga, og skrivar nakar upp tá teir ikki eru til staðar?, og fær tað nakra ávirkan. Nei eg spyrji bara.
Áttu vit ikki at kravt, at tá mann setur seg fyri at royna at fara á ting, og verður vald/valdur, at umboða fólkið, sum setur sítt álit á viðkomandi, at mann vísur tað virðing fyri starvinum, at mann fer í orlov, ella leggur niður sítt starv. Haldi at føroya fólk hevur, sum minsta krav, at tú hugsar um land og fólk, tá tú bjóðar teg fram, og ikki sum nú, at flestu av tykkum hava landssins veg og vel sum vinstrahondarbeiði. Jamen úrslitið er har eftir.
Finst eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir av okkara fólkavaldu halda seg vera heilar á tveimum vælløntum arbeiðsplássum í senn? Haldi ikki ein egnari ella flakakona hevði megna hesa ábyrgd, tey høvdu nokk viðurkent, at tað eina var nokk.
Roynið nu at gera tað rætta
Kristin Vestergaard