Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu ber tað til, at privatpersónar skulu kunnu ríka seg upp við at selja fólksins ognir

--- 18.04.2017 - 20:05

Røða hildin á Arbeiðaranna Altjóða Stríðsdegi – 1. mai 2006 – í Fuglafirði

Góðu áhoyrarar!

Eg føli tað sum ein  stóran heiður at heitt verður á meg um at siga nøkur  orð á hesum fyri okkum  øll so týðandi stríðsdegi. Sosialisman og stríðið  fyri arbeiðarar, fiskarar,  fyri sosialum rættvísi, fyri javnstøðu og fyri  teimum, ið liva á lívsins  skuggasíðu var mær í blóðið borðið og týðandi  partur av arvagóðsinum, ið mær  var tillutað í vøggugávu, saman við kvøðum  frá sosialismunnar jarnbrotum, ið  dag og nátt brutu upp úr nýggjum. 

Síðani  hava árini prógvað, at allur sannur  framburður er fingin til vega gjøgnum  áhaldandi stríð í tøttum samstarvi  millum fakfeløg og flokkar við  sosialistiskum hugsjónum.Men hvat er søgan handan 1. mai?Trý  ymisk støð og árstøl verða nevnd:1.

Fyrsta Altjóða kongressin í Genf (Geneve) í 1866.

2. Haymarket í Chicago 1886.

3. Altjóða Arbeiðarakongressin í 1889 í París.1. mai  hevði  verið skiftidagur í øldir. Arbeiðsfólkið kundi finna sær  annan arbeiðsgevara,  og várið og vónin vóru eins og í dag á veg.

Á kongressini í Geneve 1866  varð vitikið:

Vit duga at síggja, at um arbeiðsdagurin ikki verður  styttur, stranda  allar okkara frælsisstrembanir.  Vit skjóta tí upp, at  hægst loyvda mark fyri einum  arbeiðsdegi verður 8  tímar.

Viðtøkan var  við til at samla arbeiðararnir um eitt felags mál í stríðnum  fyri betri  viðurskiftum.  Nógv ár eftir, ja heilt upp í okkara tíð, er tað ein av  parolunum,  arbeiðarar kring  knøttin ganga kravgongu undir.

Men  stríðið fyri betri livi- og arbeiðskorum var ikki nýtt. Tí so  leingi  menniskju hava verið á klótini, hava tey stríðst fyri góðum livikorum.  Men ikki fyrr enn ídnaðarsamfelagið fær fótin fyri seg við síni  harðrendu  útnyttan av tí menniskjansligu arbeiðsmegini, verða frontarnir  settir hart  upp millum arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnir.  Í Onglandi  verða arbeiðarar, ið ikki vilja arbeiða fleiri enn 8 tímar um  dagin,  uppsagdir og svartlistaðir. 

Nógvir svartlistaðir rýma til Amerika,  Avstralia  ella Ný Sæland.  Í hesum londum hildu arbeiðararnir áfram við stríðnum, og  hetta gav  úrslit.  Bæði í Ný Sælandi og Avstralia fingu bólkar 8 tímar arbeiðsdag, og Ný  Sæland heldur upp á, at teir vóru fyrstir, ið fingu 8  tímars arbeiðsdag  viðtiknan við lóg.  Vøo. so høvdu bólkar av arbeiðarum  bæði í Avstralia og í Ný Sælandi 8  tímar dag longu í 1855 – 56 og kundu halda  1. mai sum hvíludag (10 ár fyri  umrødda fundin í Geneve).

Haymarket:

Í 1884 avgera fak- og arbeiðarafeløg úr USA og Canada at  útrópa 1. mai til  dagin, tá man við hjálp av aðalverkfalli skuldi gjøgnumføra  kravið um 8  tímar arbeiðsdag og 6 daga arbeiðsviku.  Verkfalssvíkar vóru  settar at arbeiða. Tað endaði við samanstoyti millum  arbeiðararnar og  verkfalssvíkarnar.

Løgreglan legði upp í , og  arbeiðsgevarasabotørar blakaðu  eina bumbu, soleiðis at fleiri løgreglumenn og arbeiðarar doyðu, meðan aðrir  vórðu særdir. Arbeiðaleiðarir og  blaðstjórin á einum arbeiðarablaði vóru  dømdir til deyða, sjálvt um teir  vóru púra ósekir, nakrir vórðu náðaðir  seinri, av einum liberalum guvernøri í Illinois.  Arbeiðsgevararnir, ið  annars høvdu góðtikið krøvini, vendu aftur til gomlu skipanina. 

Í  kirkjugarðinum í Chicago, har teir hongdu hvíla, er reist eitt monument.  Og  yvir nøvnum teirra er høgdur ein soljóðandi tekstur: “ Tað vil koma  ein  dagur, tá kvirra okkara vil vera sterkari enn tær røddir, tit kvala  í  dag.” Síðstu orð August Spies’, áðrenn hann varð hongdur í  gálganum.

3. Altjóða Kongressin í París í 1889.

Sjálvt um  hendingarnar, ið fór fram á Haymarket í Chicago, vóru ein  katastrofa fyri ta  Norðuramerikansku arbeiðararørsluna, so gagnaðu tær á  tann hátt, at tær góvu  íblásturin til, at arbeiðarar savnaðust um felags  krøv, og til at tey flestu  lond í dag halda 1. mai.  Á Altjóða Arbeiðarakongressini í París í 1889 stilla  fronsku feløgini  ynski um eina stóra manifestatión, ið skuldi hjálpa  kongressini at fáa  krøvini gjøgnumførd.  Uppskotið ljóðaði: 

Altjóða  kravgonga 1. Mai. Kongressin viðtekur: Á  ásettum tíðspunkti skal samskipast  ein stór altjóða kravgonga soleiðis, at  arbeiðarar í øllum býum ein ásettan  dag stilla somu krøv til almennu myndugleikarnar, arbeiðsdagurin verður  settur til 8 tímar.  Arbeiðarar í teimum ymsu londunum skulu skipa kravgongur  á tann hátt, ið  svarar best til teirra lands viðurskiftir.  Harvið varð 1.  maj upphevjaður til: Arbeiðaranna Altjóða Stríðsdag.

Fyri nøkrum árum  síðani varð nógv umrødd bók skrivað: Søgan er liðug.  Hvat halda tit? Munnu  vit liva í eini tíðarleysari søgutíð? Sjálvandi gera  vit ikki tað. Vit eru  harafturímóti vorðin partur av eini ræðuligari  søguligari tíð, har kríggj,  terror, líðingar ongan enda tykjast at taka.  

Jørðin er rík, og nóg mikið er  til okkum øll, um tað var tað,  kapitalistarnir vildu. Men so er ikki, og tað langt ífrá, tí kapitalistarnir og teirra skutilssveinar vilja kapitalisera og  hava alt:  luft, vatn, fisk og fugl, menniskju og djór, himmal og Jørð. Og  einki er  heilagt í teirra stríði. Kosta hvat tað kosta vil, um so Heimurin skal spreingjast í luftina. Sum er, kunnu teir spreingja Jørðina í  luftina  týggjutalsferðir, sjálvt um einaferð skuldi verið nokk. Men teir eiga  at  fáa mótspæl, og tað eru tað bert fakfeløg og vinstravongurin, ið kann  geva  teimum. Verður tað ikki gjørt, so er søgan skjótt liðug í einum  higartil ikki sæddum ella hoyrdum ragnarrokið. Eingin ivi um tað.  

Nógv  hevur áður verið tosað um, at eitt spøkilsi gongur gjøgnum Europa.  Men ikki  longur. Nú verður tosað um globalisering og altjóðagering. Hetta  eru nýyrði  fyri grýluna, ið áður æt kapitalisma. 

Í Halgubók stendur, at  hin grábeinti  kann vísa seg í mongum útgávum m.a. sum ein ljósins eingil,  og tessvegna eiga  vit at vera varin í øllum lívsins viðurkiftum, so vit  ikki verða um ein háls.  Tað letur til at kapitalisman á líknandi hátt kann trína á heimspallin í  ymsum  ‘kostymum’ og gekkaskortum, alt eftir hvat hon vil hava fatur á. Tessvegna ræður um at signa seg og halda høvdið kalt, tí  gerningarnir  vilja avdúka – í báðum førum – hvat krógvar seg aftanfyri  kávalótir og  gekkaskortar.  

Sum er, etur grýlan uml. 1400 børn um tíman.  Hon pínir og kúgar, fongslar  og drepur øll, ið standa henni í vegin, tá hon  fremur sínar ætlanir, og  hon heldur 100-tals mill. undir hungursmarkinum, tí  hon vil akkumulera og  akkumulera  burturi og heima, dag og nátt. Hon hevur  verið, er og verður altíð ómettulig.  Søgur siga frá, at tá grýlan kom til  Amerika á fyrsta sinni, varð hon væl  móttikin av indiánarunum, men eftir  stuttari tíð funnu indiánararnir út  av, at hon livdi av gulli og fyri at fáa  fatur á tí ikki helt seg aftur á  nakran hátt, men í sínum ræðuligu gerðum  avdúkaði, hvør hon var. 

Eftir  tað, royndu indiánarnir at fanga hana, smelta  gull og hella tað niður í  hálsin á henni, meðan teir søgdu við hana, at nú  vónaðu teir, at hon hevði  fingið nokk. Men ak, søgan hevur víst, at teir nú  eru nærum útruddaðir,  etnir av grýluni. 

– Síðani hava eisini teir svørtu í  Amr. fingið grýlunnar  globalisering og altjóðagering bæði at smakka og føla.  Og hvat við øllum  Suðuramr.? Hvat við Cuba, Chile ella Vietnam fyri at nevna  nøkur onnur í eini alttjóðagerð. Annars átti tað ikki at verið stava við ð, men  við v, tí tað  samsvara betur við verunleikan- Og tvær ferðir í 20. øld  mundu grýlurnar sorað alt Evropa sundur. Mill.  vórðu pínd og dripin (møguliga upp í 40 mill.). Tær føroysku eru av sama  slag og samstarva við aðrar uttan  fyri landoddarnar, hetta kann fáa  hættisligar avleiðingar, um tær gjøgnum  strámannavirki selja fólksins  ognir til fremmandar grýlur.

Í uml. 100  ár hava føroysk fakfeløg og flokkar við sosialistiskum  hugsjónum stríðst fyri  betri lønar- og arbeiðskorum.  Nógv er vunnið á leiðini:  Betri lønir og at  lønirnar í heila tikið verða útgoldnar. Fyrr skuldi tú  keypa fyri tær í  handlunum hjá reiðarinum/arbeiðsgevaranum.  Styttri arbeiðsdag.  Kunna frábíta fiskin um manningin heldur tað vera rætt. Betri  prís. Trygdarskipanir.  Pensiónir. Arbeiðsloysisskipan.  Longri frítíð  o.m.a.

Nógv krøv eru eftir t.d.:  Loyvi at vera heima hjá sjúkum  barni.  Líkaløn.  Mánaðarløn. (serliga í flakavinnuni)  90% í  arbeiðsloysisstuðli.  Eftirútbúgvingar og umskúlingar við løn.  Arbeiði til  allar hendur eisini til tær, ið ikki er fullførar.  Nøktandi arbeiðsumhvørvi.  Eftirløn ið er til at liva av.

Men nú rekur hart á  kíkin frá høgru.

Stættarstríðið er av, sigur javnaðarhøvdingin Jóannes  Ejdesgaard, sum  annars er komin til skorin klæðir í Javnaðarflokkinum, og sum  júst hevur biði um kr. 31.000 um mðr. í eftirløn til sín sjálvan og  hinar lanndsstýrismennirnar

Hvussu ber tað annars til, at  kapitalistarnir skulu hava 600 mill. kr. í  skuld til landskassan  strikaða?  600 mill.kr. í landskassanum kundi annars loyst nøkur av  frammanfyristandi  krøvum (t.d. loyvi at verða heima hjá sjúkum barni við løn  – 90% í  arbeiðsloysisstuðli).Hvussu ber tað til, at bert fá av teimum  fleiri  hundrað partafeløgunum gjalda skatt?

Hvussu ber tað til, at  privatpersónar skulu kunnu ríka seg upp við at  selja fólksins ognir, sum teir  hava fingið fyri onki.  Hesar 100-tals mill. kr., ið ikki koma í landskassan,  kundu eisini t.d.  verði nýttar til umskúlingar og eftirútbúgvingar, nøktandi  arbeiðsumhvørvi  og arbeiði til allar hendur.

Fólksins ognir gerast við  tíðini (globaliseringin og altjóðageringin  krevja tað)  gjøgnum strámenn  útlendsk ogn verður onki gjørt. Fólkið verður við sviði  soð.  Hvussu man  stættarmunurin tá fara at vera. Man arbeiðsloysið tá fara at  blíva 23% og  7000 flýggja av landinum sum fyrst í 90-unum, tá kapitalurin  søkti skútuna,  men bjargaði sær sjálvum. Milliardaskuldina, ið teir  forerdu okkum, hava vit  skjótt goldið aftur. Nú vilja teir privatisera tað  teir koyrdu á heysin, og  tað fáa teir eisini loyvi til, m.a. av Jóannesi  og hansara monnum, sum eru  drivnir av kós í høgrarákinum.

Hvussu ber tað til, at privatiseringar  fara fram “over night”har mistar verða (ella givnar verða kapitalistum)

100-tals mill. kr., sum landið annars kundi disponerað yvir?

Kanska  kundi børn og gomul havt gleði av hesum.  Alt skal privatiserast. Grýlan er  ómettandi. Gulleggini skulu slúkast heil  og rá fyri lítið og lætt. At  privatiseringin fer fram krevur  kapitalurin/altjóðageringin, tí privatir  klára best at dríva hesi  virkið:  Sjóvinnubankin fór bert tvær ferðir á  heysin, Føroya Banki einaferð,  Fiskasølan og fiskavirking alt fór. Vit hava  fingið alt á føtur aftur, og  nú koma grýlurnar. Hvussu leingi og hvussu ofta  eiga vit at góðtaka  tílíkan óreiðiligan grýlupolitik: Ognin verður latin  kapitalistunum, meðan  skuldin verður latin fólkinum.

Og formaður  javnaðarfloksins hevur avlýst stættarstríðið, latið seg í  kapitalistaham og  hevur júst vitja flokksfelaga sín í Onglandi Tony Blair.  Tony hevur eisini í  mong ár eins og Bush og Berlusconi hildið fast við, at  stættarstríði er av og  at tað nú er kapitalisman = globaliseringin =  altjóðageringin, ið stendur á  skránni. Kona Tony Blair er annars júst  vorðin heimskend, tí hon bert undir  seinasta valstríði nýtti 82 mill.kr.  til at seta sær hárið fyri. Hetta svarar  til uml.  300 árslønir. Og harvið er hon á hædd við Mariu Antoinett, sum  spurdi, hví  svøltandi parísbúgvar ikki ótu kaku, meðan hon svam í ríkidømi  í  Versailles og konu Marcos, sum hóast fólkið svøltaði, hevði 13.000 pør  av  skóm, tá hon flýggjaði. Tílík fólk mugu sjálvandi halda, at  stættarstríði  er av – um tað í heila tikið nakrantíð hevur verið til. Um  Jóannes sum vant tekur við læru av Tony Blair, so kunnu íhvørtfall  allar hárfríðkannarkvinnurnar í Føroyum fáa úr at gera til komandi  løgtingsval.

Annars er tað ikki heilt tilvildarligt, at nýtt lív verður  blást í gamla  Judas, meðan støvið verður strokið av honum, og skilti  svíkjarin verður  skift út við  orðinum hetjan. Sagt verður, at hann bert  var ein heiðursmaður, ið betri  enn onnur,  dugdi at meta um, hvat er og var  rætt og rangt.  Tí okkara judasar hava brúk fyri moralskum og ‘andaligum’  stuðli, tá teir  á líknandi hátt fyri silvur og gull svíkja sínar egnu. So í  staðin fyri  samvitskubit og tokutalur um framd svik, kunnu teir nú bert vísa  til Judas  I, sum gjørdi tað einasta rætta – burtursæð frá at hann hongdi  seg  sjálvan, i staðin fyri at hongt hini, so sum teir sjálvir plaga at gera  tá  á stendur.

Men sum skrivað stendur: sjálvt um rákið er til høgru,  so slær hjarta enn  til vinstru.

Vit mugu við sorg viðurkenna, at í  politiskum høpi er vinstrasíðan nærum  avtoftað, meðan nógvur gangur og  troðkan er frá miðjuni og langt út til  høgru. Undir tílíkum umstøðum krevst  av okkum øllum, ið framvegis hava  varðveitt hugsjónina, at vit fakpolitisk  og/ella flokspolitisk standa  saman og bróta upp úr nýggjum, inntil tað enn  einaferð lýsir í eystri. Lat  okkum tí taka lógvatak saman og í verki vísa, at  gongdar gøtur enn finnast  til FRÆLSIÐ OG FRIÐ – JAVNA og  BRØÐRALAG.

Takk fyri, at tit lýddu á.

Framhaldandi góðan 1.  mai.

Dagfinnur Danbjørg.