Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvørvusjón ella veruleiki

Eitt tað fyrsta ið kom mær til hugs í samband við flotoynni var verkætlanin Stóra Tjørn, har ætlanin var at útbyggja fyri fleiri milliardir. So stór var optimisnan fyri verkætlanini, at sitandi fíggjarnevndarformaður blakaði sína politisku ekspertisu og sunnu fornuft yvur borð, og leyp beinleiðis á politiska bláman, fyri at vera primus motor í samband við hesa verkætlan. Og tað var ikki hissini prísur fyri at gerast stjóri á Stóru Tjørn. Minnist eg rætt, so segði Bárður á Steig Nielsen landsstyrissessin í fíggjarmálum frá sær. Hervið kom hann sum formannsevni Sambandsflokkin óbeimleiðis at broyta politisku søgu Føroya, frá tí degi og fram til komandi løgtingsval. TÍ als eingin ivi er um, at hevði sitandi fíggjarnevndarformaður tikið politikkin fram um verkætlanina Stóru Tjørn, so hevði hann sitið sum Føroya Løgmaður í dag. Samstundis sum Kaj Leo Johannesen ongantíð hevði komið uppá tal sum løgmannsevni Sambandsflokksins. 

Sambært ætlanini við flogoynni, so skuldi ein trú, at íbúgvaratalið í Føroyum ikki var 50.000 men 50 milliónir.Tað ljóðar sera gott, at fiskiskipini nærum skuldu leggja til bryggju at flogoynni, og avskipa óvirkaðan fisk uppí superflogfør. Er prísurin so, at vit skulu útflyta tey fáu arbeiðspláss innan fiskivinnuna vit hava her á landið. Upp til fleiri ferðir hava áhugaðir kannað møguleikarnar eins og gjørt útrokningar, í samband við útflutning av fiskavørum. Men ferð aftaná ferð eru teir noyddir at ásanna at fólkagrundarlagið her á landið er bert 50.000

Aftaná at flogvøllurin í Sørvá.gi er longdur, hava stór fraktflogfør verið við útgerð her, tildømis í samband við West Hercules. Hví ikki gerða nakrar royndir í samband við verandi flogvølli. Tað tykist sum fyrireikarnir av flotoynni als ikki gerða sær fær hetta. eins og at havið við Føroyar er ikki ótømandi.

Tí at tosa um superflogfør ið skulu flúgva farm úr Føroyum til Kina og Australien, eru tær reinu luftkastellir. Tað vildi sagt ta sama sum, at fraktflotin hjá tildømis Maersk bert lastaði farm annan vegin, meðan skipini sigldu tóm hinvegin.

Tað vil siga, at útflytarnir av fiskaúrdráttum ikki bara skulu gjalda fyri túrin til Kina og Australia. Tí flýgur sama flogfar aftur til sina destinitión í Europa við ongum farmi, so noyðist sami útflytari eisini at gjalda fyri bumtúrin, um eingin farmur er.

Hvør skal so fíggja ein flogvøll við einum kostnaði uppá 5-6 milliardi. Tað er bert brúkarin føroyska fiskivinnan og eingin annar, ið skal bera kostnaðin av hesi verkætlan. Við stóru sveiggjunum sum altíð hava verið í fiskivinnuni, so verður onkuntíð soltið og lítið virkseni fyri superflogførini á Tangafirði.

Og við hasum 5-6 ella kanska 10 milliardum krónum hevur flogoyggin als ongan møguleika, at kunna kappast okkara meiri veruleikakenda flogvølli ið liggur í Sørvági. So slái kalt vatn í blóðið, tit íð starvast á flogvøllinum í Sørvági, tí handa ætlanin ein hvørvusjón, og einki annað.

Frank Davidsen