Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvørki brotið Stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur hvørki brotið stýrisskipanarlógin ella á lóg um ábyrgd landsstýrismanna í sambandi við málið um Strandfaraskip Landsins. Tað staðfestir meirilutin í Landsstýrismálanevndini.

Landsstýrismálanevndin er kortini av teirri fatan, at Vinnumálaráðið átti at gjørt meira fyri at fáa viðurskiftini á Strandafaraskipum Landsins í rættlag, tá ið ráðið á heysti 2013 segði seg ikki hava álit á tølunum frá stovnum, og kortini góðkendi greinaroknskapirnar uttan viðmerkingar.

”Eg havi fingið eina átalu ella eitt neps fyri handfaringina av málinum, men eg havi hvørki brotið stýrisskipanarlóg ella lóg um ábyrgd landsstýrismanna. Eg taki niðurstøðurnar til eftirtektar, sigur Johan Dahl”. 

Minnilutin í Landsstýrismálanevndini heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur handlað í ósamsvari við § 4, stk. 3 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna.

Niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini kunnu lesast her