Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvørjir eru vit ?

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í kunngerð latið upp Holið, sum er gýtingarleið hjá upsa. Í bløðunum í seinastu viku stóð hesin tíðindastubbin :

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur í dag undirskrivað kunngerð, sum loyvir snellubátum at fiska í “Holinum” eystan fyri Fugloynna.

Kunngerðin, sum er send kunngerðarblaðnum, hevur verið til umrøðu á landsstýrisfundi og landsstýrismaðurin váttar, at hann hevur undirskrivað.

- Seinastu metingarnar vísa, at upsastovnurin er væl fyri hóast fiskiskapurin hevur verið vánaligur í seinastuni. Tí mettu vit, at tað er rætt at loyva snellubátunum at fiska á stongdu leiðini í tíðarskeiðinum 15. januar til 1. apríl, sigur Jákup Mikkelsen í stuttari viðmerking seinrapartin.

Leiðin hevur annars verið stongd fyri allari veiðu undantikið línu síðan 1998.

Tað, sum kundi verið áhugavert at vita er, hvør hevur mælt til hetta uppskotið? Seinastu árini hevur verið drúgt orðaskifti, og ikki minst ósemjur um hetta málið, - um, hvussu okkara fiskastovnar skulu verjast. Hvat gýtingarstovnum viðvíkur eru Havstovan og ICES samd um at halda áfram við gýtingarfriðingum.

Høvuðsgrundin til, at Havstovan mælir til at hava Holið stongt í gýtingartíðini er, at veiðitrýstið á upsa er ov stórt. Í gýtingartíðini stendur upsi tættur og er tí lættari at fáa fatur á, og harvið vil veiðtrýstið vaksa.

Um veiðitrýstið er hóskandi, so kunnu tað vera búskaparlig argument fyri at loyva fiskiskapi í gýtingartíðini. Men tað eru eisini lívfrøðilig argument fyri, at fiskur eigur at fáa sum mestan frið til at gýta.

Í fjølmiðlunum í seinastu viku úttalaði skipari seg um fiskiskapin eftir upsa undir Føroyum. Hansara niðurstøða var greið. Fleiri friðingar og hert eftirlit.

Tá man lesur hesar niðurstøður, kund i verið áhugavert at vita, hvørja ráðgeving landsstýrið fyriheldur seg til ? Um hetta hevði verið gjørt í samráð við Havstovuna, sum nú saman við útróðrarmonnum fer at gera royndir á innaru leiðum, og sum er partur av umsitingarætlanini, sum seinasta samgongan setti út í kortið, var tað lættari at skilja.

Tað prinsipiella í málinum er ikki, um nakrir snellubátar fara inn á gýtingarleiðir og tó, men meira, hvør hevur mælt til hetta.

Seinast í hesi vikuni kemur fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 til aðru viðgerð. Um vit skulu koma ígjøgnum eina kreppu, sum alt Europa er í, og sum vit eisini byrja at merkja, er týdningarmikið, at vit vísa ábyrgd og álit fyri umheiminum, bæði tá talan er um okkara fíggjarviðuskifti, og ikki minst tá talan er um at umsita okkara høvðusvinnu á byrðadyggan og skilagóðan hátt.

Tí er spurningurin sera viðkomandi, um hetta er ein lívfrøðilig tilráðing.

Eivin Jacobsen

Løgtingsmaður Sambandsfloksins