Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvørjar ábøtur er ætlanin at fremja við Heilsumiðstøðini í Runavík?

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður setur fyrispurningur um tænastuna á Laboratoriunum við Heilsumiðstøðina í Runavík, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg, (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

1) Kann landstýriskvinnan upplýsa, hvørjar ábøtur hon ætlar at fremja, viðvíkjandi tænastuni á Laboratoriunum við Heilsumiðstøðina í Runavík?

2) Hvussu skjótt verða hesar settar í verk?

Viðmerkingar
Laboratoriið í Runavík er opið í hálvan annan tíma, ein dag um vikuna. Harafturat verður tænasta veitt, har koyrt verður út á Vesturskin á Toftum og niðan á Eysturoyar Ellis-og Røktarheim har brúkarar, ið búgva á heiminum, kunnu fáa blóðroyndir tiknar á staðnum.

Kring Skálafjørðin búgva umleið 6000 fólk. Javnan er bíðirúmið fult av fólki og tað kemur fyri, at fólk fara avstað uttan at blóðroyndin er tikin.

Nøkur velja at koyra til Klaksvíkar Sjúkrahús, har siga tey at eingin bíðitíð er. 

Tað er langt frá, at øll tilkomin fólk sum regluliga noyðast at taka blóðroynd eiga ella hava atgongd til bil. Ein høvuðsuppgáva hjá tí almenna má vera at geva okkara veikastu brúkaranum so góða tænastu í nærumhvørvinum sum til ber.

Eftir fyrispurningar og áheitan er ein bati hendur. Tænastan verður ikki er niðurløgd i summarfrítíðini, tøkk fyri tað. 

Tað er ynskiligt, at Laboratoriið var opið hvønn gerandisdag, men eitt stig rætta vegin kundi verði, at opið varð tveir tímar, tveir dagar um vikuna.

Vónandi verður ein slík skipan sett í verk sum skjótast.