Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør støðan hjá landsstýrinum til Oyggjaleikirnar

Heðin Mortensen hevur sett landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini um, hvørja hugsan landsstýriskvinnan hevur um ætlanirnar hjá Ítróttarsambandi Føroya at bjóða Føroyar fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2023, og hvørjar ætlanir eru um at stuðla hesum – politiskt og fíggjarliga, og nær?

Tíðindaskriv

Føroyar gjørdu seg sum kunnugt klárar til at taka ímóti Oyggjaleikunum í 2019. Tíverri gjørdu ógreiðu signalini hjá landsmyndugleikunum arbeiðið hjá teimum, ið fyrireikaðu átakið, trupult, og endin varð, at Føroyar máttu taka umsókn sína um vertskap í 2019 aftur.

Nú eru so stig tikin til at royna aftur at fáa leikirnar til Føroyar, hesaferð í 2023.

Fyri Føroya land er hetta eitt átak, sum krevur nógv av nógvum fólkum, tí er sera umráðandi at vita, hvørt almennu myndugleikarnir stuðla hesum, og í so fall hvussu. 

Ferðaráð Føroya hevur støðugt seinastu árini mint okkum á, at marknaðarføra Føroyar og bjóða okkum fram sum vertir til altjóða tiltøk. Oyggjaleikir eru eitt stórt altjóða tiltak, og í ferðavinnuhøpi bæði viðkomandi, spennandi og virðismikið. 

Í ítróttarhøpi eru Oyggjaleikirnar eisini týðandi. Fokus verður sett á verandi og nýggjar ítróttargreinar, og fleiri verða eggjað at taka lut, fólkaheilsuni at frama og nýggjum ítróttartalentum til kveikingar.  

Vinningurin samfelagið fær av at hýsa Oyggjaleikunum er tí bæði beinleiðis við inntøkum og upplivingum frá teimum nógvu íðkandi og vitjandi, og óbeinleiðis við at seta samfelagsliga dagsskrá innan fleiri ítróttargreinar, og við tí marknaðarføra ítrótt og rørslu millum føroyingar.

Tá fyrireikingarnar vóru til at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, lýstu bæði táverandi løgmaður og  landsstýrismaðurin í mentamálum sín fulla stuðul til leikirnar, og løgtingið samtykti at játta fíggjarligan stuðul. 

Nú ÍSF aftur hevur gjørt av at fyrireika Føroyar til at hýsa Oyggjaleikunum, hesaferð í 2023, hevði verið áhugavert at hoyrt, hvør støðan hjá landsstýrinum er.

Tórshavn hin 10. Mars 2017

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður