Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør reingir sannleikan Bjarni Djurholm ?

Haldi at Bjarni Djurholm tingmaður skal lesa løgtingsmál nr. 146/2008 einaferð aftrat. Tað sømir seg ikki fyri ein fyrrverandi landsstýrismann og royndan tingmann, at klippa petti úr einum samanhangi fyri at fáa tingini at ganga upp til sín fyrimun.

Fyri ongin misskiljing skal vera, so skal her endurgeva tað, ið rættarnevndin samtykti tann 28. Apríl, 2009 :

Meirilutin í nevndini (Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Poul Michelsen, Anfinn Kallsberg) vísir á, at talan framvegis er um fyrsta stig til eina suðuroyarleið. Meirilutin er av tí áskoðan, at tá støða skal takast til sjálva verkætlanina, so eigur atlit fyrst og fremst at verða tikið til at finna stytstu og bíligastu loysnina. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Ein partur av meirilutanum (Poul Michelsen) hevur harumframt hesar viðmerkingar. Orsøkin til, at partafelagshátturin er valdur til sandoyartunnilsætlanina, skyldast, at játtanarlógin, sum Løgtingið hevur álagt sær sjálvum, ikki loyvir, at peningur yvir áramál verður savnaður saman til ávísa ætlan.

Um partafelagið hevur møguleikar at gera og reka sandoyartunnilin, fer tíðin at vísa. Í fyrstu atløgu skal partafelagið einamest fáast við at styrkja seg fíggjarliga soleiðis, at grundarlag verður seinni at fara undir stóra tunnilsverkætlan fyri umleið 700 mió. kr.

Partafelagslógin treytar, at eitt alment partafelag eins væl og eitt privat partafelag, skal rekast á vinnuligum grundarlagi. Tað er tí ein avgjørd fyritreyt, at partafelagið, sum verður sett á stovn í hesi lóg, fer at virka í samsvari við hesi lógarkrøv.

Víst verður eisini á, at ein nýggj játtanarlóg í løtuni liggur í Løgtinginum. Nýggja játtanar- lógin loyvir, at peningur, í áramálsskeið, kann setast á konto at nýta til ávísa ætlan. Tá møguleikin nú er til staðar, eigur verkætlanin at finna sítt fíggjarliga lív, grundað á nýggju játtanarlógina heldur enn í einum partafelagi, sum er sera ivasamur háttur at brúka í hesum sambandi.

- Eg haldi at omanfyristandandi grundgevingarnar hjá mær framvegis loyva mær at hava eina greiða meining um nær rætt er at brúka partafelagsleistin.

Bjarni Djurholm veit eisini væl av, at eg ikki tók undir við uppskotinum hjá honum um at Hovstunnilin skuldi skipast eftir partafelagsleistinum. Eg gjørdi enntá eitt uppskot til 3. viðgerð fyri at steðga uppskotinum. Tá varð uppskotið tikið aftur og takk fyri tað.

Tað er eisini gott, at Bjarni Djurholm er samdur við mær um at partafelagsformurin ikki er egnaður at nýta sum leist undir eini Sandoyartunnli. Tað kunnu vit so brúka til nakað í framtíðini.

Poul Michelsen