Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

21. juli sendi undirritaði eitt skriv til Vørn við áheitan um at taka manningarviðurskiftini við í metingini av, um Norðingur lýkur treytirnar fyri at keypa kvotu á tilfeingisuppboðssøluni. Hetta tí reiðarin noktar at fylgja sáttmálaásetingunum, sum skipið er fevnt av.

Vørn ønti ikki hesum skrivi aftur, og Norðingur slapp dagarnar rundanum ótarnaður at keypa kvotu á uppboðssøluni.

Hví Vørn ikki svaraði áheitanini er ilt at meta um, men týsdagin 26. juli fór Vørn so í staðin til miðlarnar, har tey siga seg ikki skilja undirritaða og koma annars við einum uppáhaldi um, at Vørn onga heimild hevur at nokta reiðaranum á Norðingi at keypa kvotur á uppboðssølu.

Vørn vísir til kunngerðina, kunngerð nr. 78 frá 29. juni 2016, sum fyriskrivar, hvussu uppboðssølan skal ganga fyri seg.

Gaman í við tí, men tað eru eisini aðrar reglur, sum fyriskriva, hvussu fiskiskapurin skal fara fram. Millum annað ”Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016”.

Og í henni stendur soleiðis í § 7:

”Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2016 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.”

Hvør skal hondhevja hesa ásetingina, um tað ikki er Vørn?

Sambært miðlunum sigur Vørn, at tey hava ikki heimild at taka avgerð í trætumálum millum reiðarar og manningarfeløg. Við hesum hevur Vørn júst tikið støðu í málinum, tí um stovnurin brúkti 5 minuttir upp á at kanna málið, so høvdu tey funnið út av, at har er ongin træta.

Har er nevniliga ongin onnur avtala enn sjálvur sáttmálin at halda seg til, og tað er honum, sum reiðarin á Norðingi noktar at fylgja. Tískil er ongin ivi um, at lógarásetingin omanfyri ikki verður fylgd.

Men um so var, at nakar ivi var um hetta, so átti Vørn, eftir míni bestu sannføring, í minsta lagi at kravt, at ivamálið varð loyst, ÁÐRENN Norðingur fekk loyvi at keypa kvotu á uppboðssølu. Men Vørn letst ikki um vón um hetta. Tískil hevur hesin almenni fyrisitingarmyndugleikin eisini blástemplað framferðina hjá reiðarínum og tikið støðu í tess favør.

Men hetta verður ikki bara góðtikið uttan nakað, og tí verður málið í dag kært til sjálvt Fiskimálaráðið at taka støðu til. Landsstýrismaðurin má um ikki annað kunna siga, hvør skal hondhevja lógina, hann sjálvur hevur smíðað, og sum Løgtingið samtykti í vár.

Axel Hansen
nevdarlimur, Føroya Fiskimannafelag