Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør hevur traðkað teg á tærnar – Edmund ?

Nú sigi eg sum onkur á Facebook – hvat leikar á hjá Edmundi og Peri, tá so ógvuslig orð skulu brúkast ímóti mær ? Eg havi als ikki samskift við Edmund Joensen um nakað mál..

Eg havi gjørt viðmerkingar til Helga Abrahamsen, sum í eini almennari grein um Moodys ratingina tilskrivaði ríkisfelagsskapinum æruna fyri góðu Moodys ratingina.

Tað gera Moodys ikki - teir tilskriva nevniliga sjálvstýrisviljanum minst líka nógv, men tann partin av frágreiðingini hóvaði ikki sambandsmanninum, og hvat ger mann so – tekur tann partin av tekstini burtur – hví ? - kann so hvør einstakur sjálvur meta um.

Eg havi givið mítt boð, uppá hví so var, men kann mótsatt Helga fegnast um, at Moodys – fyri fyrstu ferð – gevur sjálvræðinum Føroyum búskaparligt virði. At egin megi og máttur ikki telja við hjá summum sambandsmonnum kenna vit til, men at Moodys hevur skilt hetta – er fyri mær onki annað enn sjálvsagt.

At hesi sera avmarkaði orð míni skulu raka Edmund Joensen so eymt, lýsir bara munin millum mína og hansara fatan.

Eg skal bara minna Edmund á, at eg í míni viðmerking til Helga Abrahamsen, als ikki umrøddi ríkifelagsskapin. Gjørdi bara vart við, at Helgi ikki endurgav Moodys frágreiðingina rætt . Hann “gloymdi” tann partin av frágreiðingini, sum gav sjálvsstýristilgongdini serligan týdningarmiklan búskaparligan ans.

So Edmund. Ongin trampan ella leikan í frá mínari síðu – skilji als ikki hvat tú vilt við hasi greinini – “agurkutíðir” er tað sum fellur mær nærmast at hugsa.

Læt meg enda hetta kjakið við at siga at betri er at verja borg enn at herja borg – so eg fari at brúka positivu frágreiðingina hjá Moodys til framhaldandi at birta upp undir størri sjálvbjargni og gera hetta í samstarvi við aðrar tingmenn – eisini Helga Abrahamsen.

Poul Michelsen