Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør er tann svaki?

“Eg eri bangin fyri, at maðurin hjá mær er blivin svakur! Nú er hann byrjaður at venja næstan hvønn dag í einum av hesum fitness sentrunum! Nei, mær dámar tað onki. Tað kann ikki vera gott at leika so í.” – Facebook status hjá Katrinu Hvalspýggj.

Tað er eftir hondini meir enn einaferð, at mann hevur hoyrt fólk tosa ella skriva niðurgerandi um fólk, sum hava broytt lívsstíl og eru farin at íðka ítrott.

Tað er kanska ikki so óvæntað, at fólk reagera upp á eina broyting í samfelagnum, har fólk verða meir og meir tilvita um heilsu. Hinvegin kann tað tykjast merkiligt, at fólk hava torført við at góðtaka venjing, men hava lætt við at góðtaka facebook og aðrar sosialar miðlar.

Tað er alment góðtikið, at dagliga sita og kæra sína neyð á netinum, fortelja verðini, at nú havi eg etið ein lekkran døgurða ella mann skrollar í tímavís fyri at sneyta í lívinum hjá øðrum fólki.

Tað er ikki meir enn rímiligt, at kann mann góðtaka facebook, so má mann eisini kunna góðtaka, at fólk eru vorðin meir tilvita um venjing og heilsu.

Tá vit hava alla hesa vitanina um heilsu og venjing, so kann undra ein, at ítrottarhallir selja franskar hotdog og sodavatn, tí sodavatn og junkfood er ikki kent fyri at tæna heilsuni. Men tað sum kann undra enn meir er, at tað er ein rúgva av fólki, sum dagliga sita í tímavís á facebook og skrolla, heldur enn at íðka ítrott, tá mann veit, hvussu gott tað er fyri okkum at røra seg.

Ein kanning frá University of California vísir, at rennur tú 30 min. um dagin, so minkar stress niveauið. Samstundis er nógv, sum bendir á, at vit kyknurnar í kroppinum eldast seinni hjá fólki, ið røra seg enn hjá fólki, sum ikki røra seg.

Kanningar vísa eisini, at um tú forbrennur 350 kaloriur 3 ferð um vikuna, tá tú venur, so er hetta líka góður heilivágur móti depressión sum antidepressivur heilivágur.

Kanningar, sum eru gjørdar í Týsklandi vísa, at mann eisini lærir betri, um mann íðkar ítrott... og mann kann blíva við og við og við.

So um tú ert ein av teimum, sum ikki dámar at onnur røra seg. Kanska tú átti at roynt tað, heldur enn at finnast at. Og hevur tú tíð til facebook, so hevur tú eisini tíð til at røra teg. Tað er bara at koma í gongd og ikki útseta til ímorgin. Og hvat hevur tú at missa, tá tað ringasta, sum kann henda er, at tú fært tað betri?

(Klumma endurgivin við loyvi frá sandportal.fo.

Hergeir Staksberg

skrivaði klummuna )