Hvør er tað sum skyldar MVG?
Ella hvørji eru tey 773, ið hava tiltuskað sær áleið 120 mill. kr., ið av røttum hoyra heima í landskassanum, og sum - og tað er kjarnin - sleppa til at gera tað uttan fylgir?
Tað er eyðsæð, at flestu sporini enda í tí høgraradikala umhvørvinum, júst hjá teimum, sum í tíð og ótíð annars tala ímóti sosialum tiltøkum til frama fyri tey, ið á ein ella annan hátt liva á lívsins skuggasíðu og/ella hava tørv á stuðli fyri eitt styttri ella longri tíðarskeið.
Mangir av MVG-tjóvunum eru annars væl fyri. Hava m.a. summarhús í útlondunum og onkur hevur eisini summarhús í Føroyum. Teir ferðast millum lond, soleiðis sum onnur ferðast millum oyggjarnar herheima.
Sjálvandi eigur onkur at fáa skuldina strikaða vegna serligar umstøður, men fleiri eiga snøgt sagt at verða búraðir inni, eins og aðrir tjóvar verða, tá teir verða uppdagaðir.
Men sum politiska kabalan liggur í løtuni, so fer neyvan nakað slóbrótandi at henda, tí ov mangir á hægstu rókum hava luttikið í MVG-sirkussinum og sloppið sær undan at gjalda landskassanum MVG'ið. Í slíkari støðu er trupult at stika onnur inni, ið stinga MVG'ið í egnan lumma, meðan tey stórgrínandi lætta til fremmandar distinatiónir.
Eg eri bangin fyri, at ein fólksligur uppreistur fyri fíggjarligum rættvísi og skili fer at vísa seg - fyrr ella seinri - at gerast einasta gongda leiðin burtur úr tí umfatandi fíggjarliga óregluseminum við leystgangandi mvg-tjóvum, konkursryttarum, skattasnýtarum og øðrum sum t.d. fíggjarligum útnyttarum av vanliga fólkinum via mono- og duopol.
Eitt er vist, og tað er, at tílíkt ikki fer at verða góðtikið til ævigar tíðir. Tað sigur seg sjálvt.
Dagfinnur Danbjørg.