Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør er best í Føroyum

-Stóri finaludagurin í judo, borðtennis og badminton

Leygardagin 12. apríl verða ikki færri enn 16 finalur á skránni til KONTRAST FM 2014 í Hoyvíkshøllini, nú badminton, borðtennis og judo stendur fyri tørni.

Tað er fyrstu ferð at Hoyvíkshøllin er karmur um tann Stóra Finaludagin hjá Judo, borðtennis og badminton. Tiltakið hevur vanliga verið í Høllina á Hálsi, men fyrireikarnir meta at Hoyvíkshøllin fer at egna seg stak væl til endamálið. Hetta frálíka tiltak, ið umboðar tríggjar ítróttagreinar, byrjaði í 2006, tá badminton og borðtennis kappaðust lið um lið, og í 2007 kom so judo aftrat.

Íðkandi, fyriskiparar og áskoðarar í stórum tali møta upp at stuðla hvørjum øðrum og koyra undir, samstundis sum stundir gevast til tvørítróttarlig prát og hugnaliga samveru.

Sum vanligt verður nógv gjørt burturúr við serliga gólvinum, lýsingum kring vøllin, stóra køkuborðið, umframt bestu umstøðum í aðrar mátar.

Kringvarp Føroya stendur fyri live-upptøkunum í høllini, og tey hava fyrireika stóra tiltakið við fleiri upptøkutólum og frásøgufólkum, sum kenna leikarnar væl. Kvf sendir beinleiðis frá klokkan 14 og til steypahandanin er av.

Gallaveitsla

Um kvøldið, tá allar kappingarnar eru av, verður stór gallaveitsla, har millum annað ársins herðaklapp í badminton, borðtennis og judo verða heiðraðir. Meira er at lesa um tiltakið á heimasíðunum hjá sambondunum: www.bsf.fo, www.btsf.fo og á www.judo.fo.

Tað er eitt stórt ynski hjá Judo, Borðtennis og Badminton sambondunum at geva áskoðaranum og spælaranum eina fjølbroytta og spennandi uppliving í Hoyvíkshøllini leygardagin 12. apríl frá kl. 9.30. Tá er borðtennis, tvímansleikur fyri kvinnur á skránni.