Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør eigur hendan málningin

Í samband við at ein útlendingur í vikuskiftinum framdi eitt rán í Klaksvík, hevur politiið í viðførinum hjá manninum, funnið ein málning, ið er 100 cm breiður og 80 cm høgur. Niðast í høgra hjørnið stendur antin Marna 95 ella Maria 95

Útlendingurin hevur greitt politinum frá, at hann hevur funnið málningin onkrastaðni í Tórshavn - kundi ella dugdi ikke at greiða nærri hvar. Hann hevði koyrt rammuna burtur og bert tikið málningin, sum hann hevði rullað saman.

Politiið veit ikki hvør eigur málningin, so um nakar kennist við málningin ella veit hvør eigarin er, verða tit vinarliga biðin um at ringja til politiið á tlf. 351448.