
Tíðindinaskriv frá Alzheimerfelagnum í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin skipar Alzheimerfelagið fyri tveimum tiltøkum:
I: Mikudagin 21.september kl. 19: Pallborðsfundur í Østrøm við heitinum:
Hvør eigur ábyrgdina?
Alzheimerfelagið ynskir at varpa ljós á støðuna hjá teimum yngru við demens, nú eldraøkið er yvirtikið av kommununum.
Tí skipa vit fyri einum pallborðsfundi, har umboð fyri kommunurnar og landstýrið koma at kjakast um, hvussu ein varandi loysn kann finnast, so mennandi tilboð kunnu vera fyri teimum yngru við demens og teirra avvarðandi kring alt landið.
Tey, sum luttaka í pallborðinum, eru:
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu
Bjørghild Djurhuus, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Tórshavnar kommunu
Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.
Búi Dam og Aleksandur Samuelsen koma at greiða frá, hvussu teir hava upplivað ein av sínum nærmastu fáa staðfest sjúkuna. Tónleikatáttur verður á skránni – og kaffi, te og køkur verða at fáa sær.
Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin .
II: Hósdagin 22. september kl. 14: Demens-gudstænasta í Vesturkirkjuni.
Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin skipar Alzheimerfelagið fyri eini demens-gudstænastu í Vesturkirkjuni.
Bergur Debes Joensen prestur hevur gudstænastuna.
Tónleikur og sangur verður á skránni:
• Barnakór úr 2. og 3. fl. í Skúlanum á Fløtum
• Dupultkvartettin úr Ebenezer
• Dupult strúkikvartett
Gudstænastan er ætlað fólki við demenssjúku og vóna vit, at tiltakið kann verða til gleði fyri mong. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vegna nevndina fyri Alzheimerfelagið –
Malan Mohr