Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør drap Rúna

Ann-Mari Berg, sum  ikki bara hevur brúkt kreftirnar til sjálv at koma burturúr einum sjúkligum psykopatiskum umhvørvi,  hevur eisini havt systkin, sum eisini hava verið hildin niðri, og sum hon, eftir besta førimuni,  hevur roynt at hjálpt.

Endurprentað grein úr Oyggjatíðindum, frá 5. apríl 2013:

Ein beiggi hjá Ann-Mari Berg, livir eftir, men hevur eina ússaliga tilveru, verður mataður, og fóðraður við doyvandi heilivági.

Ein bróður hennara doyði í Føroyum, og hin í Danmark. Tað var Rúni Berg.

Hetta skrivaði Oyggjatíðindi longu um, 10. desember 2010.

Tá beiggin í Danmark doyði, skuldi Ann-Mari, ikki hava at vita nær hann fór til gravar. Hon føldi seg óynskta, men tað eydnaðist henni kortini at koma heim til jarðarferðina.

Ann-Mari Berg, hevur yvirfyri blaðnum váttað, at hon sjálv kravdi líkið av bróðrinum kannað, og at bróðurin fór til gravar í marts mánaða, meðan deyðsváttanin ikki var endalig fyrr enn í juni mánaða.

Og sambært váttanini, sær ikki alt so pent og ruddiligt út, so sum sagt var undir jarðarferðini. Sambært deyðsváttanini hjá bróðrinum, sum drakk av og til, var tað ikki hetta, Rúni doyði av. Váttanin vísir, at bróðurin bara hevði 1,05 promillu í blóðinum, sum svarar til eitt ella tvey gløs av víni.

Hetta er sostatt ikki nokk at doyggja av. Bróðurin tók eitt slag av heilivági, og tað var í móti tunglyndi. Sostatt var tað heldur ikki hetta, hann doyði av.

Deyðsorsøkin var hinvegin, at hann bleiv eitraður av stórari mongd við evnunum, clozapin, paroxetin, og orphenadrin, sum við einari blanding av rúsdrekka, og metadon førdi til, at hann doyði.

Hesi evnir eru ikki løtt at útvega, sigur Ann-Mari Berg, sum tó vísir á, at summi hava atgongd til slíkan heilivág, uttan at hon vil koma nærri inn á hvat hon meinar við.

Sami persónurin, sum helt taluna yvir bróður mín, og   bedýraði, at onki var at seta fingurin á, var samstundis tann seinasti, sum sá beiggja mín á lívi, og tann, sum avgjørdi, at her var onki at kanna hjá løgregluni, tí onki óvanligt var hent, sigur Ann-Mari í dag.

Men umstøðurnar vóru so serligar, tá bróðurin doyði, at hon enn setir sær tann sjálvsagda spurningin, hvør drap beiggja mín, Rúna.