Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví skuldi tað dyljast sum mannsmorð

Var tað, tí at eingin heimild var fyri risaætlan Innlendismálaráðharrans, sum í mánaðar var hildin loynilig, og var tað veruliga orsøkin til huldumannapolitikkin var, at" projekti " fór aftur í ommu sína, um almenningurin fekk innlit í málið. Í dag síggja vit, at partarnir alment hava verið frammi og kunngjørt, at teir eru so sera samdir um, at halda áfram við hesi risaætlan. Tískil kann staðfestast, at Innlendismálaráðharrin gav Løgtinginum eins og almenninginum skeivar ella ósannar upplysingar, hesum viðvíkjandi.

Var tað fyri at fjala út yvur, at veruligi brølarin í samband við størstu samferðsluætlan í føroya søgu, at ráðharrin í lógarmálum hevði funnið út av at hann als onga lógarheimild hevði, aftaná at hann í duldun hevði havt samráðingar í fleiri mánaðar og brúkt fleiri milliónir krónur í samband við hesa risaætlan.

Nógv meira álvarsligt er, at hann við sínum leikluti í hesum málið, so tók hann harvið sítt egna Innlendisráð sum gíðsla. Samstundis hevði Innlendismálaráðharrin heilt greiðar ætlanir um, at sáttmálin við danska felagi, skuldi undirskrivast, uttan at Føroya Løgting, fjølðmiðlarnir, eins og almenningurin fekk innlit í sáttmálan.

At Innlendismálaráðharrin aftaná hesa politisku gølu, skal ditta sær, eins og hann fær undirtøku frá okkara Løgmanni, at leggja eitt nýtt uppskot fyri Løgtingi, tá sama uppskot er gjørt í heimildaloysi, eins og hann hevur givið Føroya Løgtingi skeivar ella ósannar upplysingar, tað eigur og skal fáa politiskar avleiðingar fyri Innlendismálaráðharran.

Aftaná eina sovorðna gølu, átti Innlendismálaráðharrin, at veri steindeyður politiskt. Tað hevði hann verið í einum og hvørjum framkomnum samfelagi.

At hann so oman á alt, noktar tí lóggevandi valdinum, at fáa innlit í skjøl sum viðgerða Skalafjarðatunnilin, tað er enn ein gøla, tá ein samstundis veit, at fjølmiðlarnir fara at krevja innlit hesum viðvíkjandi.

Og fyri at rættvísgerða sítt politiska maktaloysi, so sigur hann seg ikki hava álit á teimun tølum, sum stjórin á Landsverk er komin við. Hervið fær Evald Kjølbro, stjóri í Landsverk knívin í ryggin frá tí landsstyrismanni, sum hann loyalt hevur arbeitt undir.

Men ístaðin fyri, at Løgmaður loysur nevnda ráðharra úr starvinum, so fer Løgmaður sær sjálvum líkt út í fjølmiðlarnar og flytur fokus, har hann setur spurnartakin við, um tøl hjá Landsverk eru álítandi.

Hervið tileinkisgerð hann stjóran á Landsverk, í samband við, at stovnurin er biðin um at koma við tølum viðvíkjandi eini ætlan um uppskot, til at gera ein Skálafjarðatunnil í almennum regi.

Eg loyvi mær, at siga tað enn einferð, at fær henda gøla ikki politiskar avleiðingar, so er tað ein spurningur. um neyðugt er við styrisskipanarlóg, ella lógum í heilatikið. Hetta tí vit hava ein samgonguleiðara ið ikki hevur ánilsi av, hvørjar skyldur hann hevur sum stjórnarleiðari.

Frank Davidsen