Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví skal ein maður sleppa at knúsa okkara dýrabara samfelag ?

Eg má siga, at eg hevði ikki droymt um, at løgmaður, sum áður hevur verið skilagóður og dámligur nú er vorðin ósømiligur, og á alljósum degi hevur latið seg úr øllum sínum politisku klæðum og lopin spilnakin í føvningin á einum einaræðisharra. Hetta er ósømiligt og fær sjálvandi álvarsamar avleiðingar.

Í dag vita so at siga allir føroyingar, at vit av hesi orsøk hava mist okkara dýrabara demokrati, og í staðin hava fingið einaræði.

Einaræðisharrin hevur fingið so stórt vald, at skilafólk sum t.d. Jenis av Rana og Jóna Mortensen hava mist fótafesti og tveitt allar sínar dýrgripir í havið. Nú sita tey - saman við øðrum sum ryssa yvir deyðum fyli og gána býtt.

Okkara forfedrar søgdu altíð, at tað er umráðandi at læra av fortíðini. Tí heiti eg inniliga á allar føroyingar um at minnast hesa hending um 4 ár.

Eg loyvi mær at skoyta nakrar reglur uppí mína áheitan.** Einaræðisharri okkara sigst ikki at kenna mun á sínum egnu ognum og tí sum onnur eiga. Eitt komist dømi snýr seg um eina flakamaskina. Hann visti hvat hann gjørdi og beindi tí fyri øllum sporum.

Løgið at man í Føroyum skal vera vitni til, at hetta ikki er ein trupulleiki.

Í staðin letur man kúllin fáa lykilin til landsins pengakassa.

Tað er sjálvandi sum at seta revin at ansa høsnunum.

Fyri stuttum hoyrdu vit um ein danskan politikara, sum var upplagt evni til at gerast fígjarmálaráðharri. Men so kom brádliga fram, at hann ikki kundi koma uppá tal, tí hann hevði samskift við ein rokkara. Har skuldi ikki meir til enn tað, og ivaleyst var tað eisini rætt.

Men í Føroyum er alt øðrvísi. Ja vit hava enntá haft ein løgmann, sum hevur fingið bók skrivaða um sín kreativitet í bókhaldi.

Undarligt at báðir kúllarnir eru í sama flokki.

Men hvat er tað sum ger, at løgmaður er so altráur eftir at sita í samgongu saman við hesum fólkum, sum bara hava eitt endamál at kúga Palliba og Marsannu, og fjálga um tey vælbjargaðu.

Og hetta ferð fram í jólamánaðinum, “Friður á jørð og í menniskjum góður tokki” var eitt gott tiltak – hattin av fyri teimum.

Ein freistast til at halda, at tað er tann góða eftirlønin hjá okkara politikarum, sum fær alt av lagi. Hetta er ikki unt vanliga fólkinum. Tað má vera tað sum lokkar. Hví í Harrans navni kann man ikki ganga undan, og vísa í verki, at tit virða fólkið?

Eg vóni, at onkur vaknar í evstu løtu.

Vit sum eru í fakrørsluni eru undirgivin reglum, sum vit viðrað. Vit hava t.d. samrátt okkum til eina rímulig eftirløn, og tí vilja vit ikki finna okkum í, at uttanfyristandandi blanda seg uppí hesi viðurskifti.

Høvdu vit ikki eftirlønaravtaluna í sáttmálanum, ja so var lønin eini 15% hægri. Tær avtalur, sum gjørdar eru um eftirløn, eru gjørdar út frá ávísum fortreytum, og tí finna vit okkum ikki í at uttanfyristandandi brádliga broyta fortreytirnar.

Kemur ikki vend í so vera fakfeløgini noydd til at samráðast við okkara arbeiðsgevara um at umleggja eftirlønargjaldið til vanliga løn.

Tað er ikki til at skilja, tá serfrøðingar á økinum staðiliga mæla frá at trumfa allan hurlivasan ígjøgnum uttan at kanna avleiðingarnar.

Hann skilur bara síni egnu tøl, og roknar bara sum hann hevur hug til.

Einaræðisharrin lurtar sjálvandi ikki eftir ávaringum. Hví skuldi hann eisini tað? Hann er ikki kendur fyri at lurta eftir serfrøði. Hvør minnist ikki ávaringarnar frá okkara fiskifrøðingum á sinni. Tá visti einaræðisharrin eisini altíð best.

Og Annika – partakvinna hansara - hon rópar upp um, at tað er umráðandi at fáa tey lærdu heimaftur til Føroyar, eg spyrji - til hvat ? Tey ráðandi lurta ikki eftir føroyskari serfrøði. Her er alt ein hurlivasi, tey ungu óttast framtíðina í Føroyum.

Embætisboðini frá Einaræðisharranum eru greið tekin um vanvirðing.

Ja sjálvt fakfelagið hjá løgfrøðingum og búðskaparfrøðingum føla seg noydd at rópa varskó, hví verður hetta ikki tikið fyri fult - hetta er sanniliga álvarsamt. 

Sjálvandi er tað uppgávan hjá okkara fólkavaldu at smíða lógir - eisini skattalógir.  

Men tá ið eitt so álvarsamt inntriv verður skrumbla ígjøgnum, uttan at kenna avleiðingarnar noyðast vit sum fakfeløg at tala at. Hetta snýr seg hóast alt um eitt álvarsamt álop á lívskvøldið hjá vanligum lønmóttakarum.

Vit mugu seta okkara álit á, at Jenis fer at síggja ljósið og, at onnur fara at fylgja honum eftir.** Vit hava enn eina vón um tað.

Kanska onkur fer at játta sínar syndir. Livst, so spyrts.

Samstundis sum alt hettar fer fram,eru samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum slitnaðar, vegna tað at einaræðisharrin krevur at limir í feløgunum skula niður í løn, og í ringasta førði ikki skula hava lønarhækking.Alt hettar hendir , meðan vit tigandi skula hyggja , at meðan allir prísir í samfelagnum farða fleiri % upp.

Tí er einki annað at gera enn inniliga at heita á samgongulimirnar, sum sita í løgtinginum um at taka annað skinn um bak. Tað er ikki einaræðisharrin, sum skal velja tann grøna ella tann reyða knøttin. Tað eru tit, ið eiga seinasta orðið og ikki einaræðisharrin.

Hetta málið er so álvarsamt, at hava samgongulimirnir í løgtinginum ikki álit á føroyskum embætisfólkum, so er bara at seta útlendskar serfrøðingar at gera neyðugar útrokningar. Glíður bitin tá niður so er nógv vunnið.

Eg fari at enda at ynskja øllum føroyingum – eisini okkara politikarum – eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsigna komandi ár, við vón um bót og bata.

Eli Brimsvík, formaður

Havnar Handverkarafelag.