Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví nýggja stjórnarskipan og hví loysing?

Hóast Føroyar longu eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, fer sonevnda ”stjórnarskipanin” at bera loysingina við sær, um hon verður samtykt næsta ár. Útlitini eru, at við einari nýggjari stjórnarskipan skulu Føroyar loysa frá Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Men, hví skulu vit hava nýggja stjórnarskipan og hví skulu vit loysa?
 
Grundlógin er galdandi í Føroyum 
Grundlógin er lýst at hava gildið í Føroyum og restini av Ríkinum á sama hátt. Eingin ivi er tí um, at Grundlógin er galdandi í Føroyum. Tað prógva eisini dómar, ið eru avsagdir í Føroya Rætti, Eystara Landsrætti og Hægstarætti.

Veruleikin er, at Grundlógin sjálvandi er lóg, og hon stendur oman fyri allar aðrar lógir í landinum. Hon er galdandi fyri øll málsøki - eisini tey, ið eru yvirtikin. Hon útvegar øllum føroyingum grundleggjandi og dýrabar ríkisborgararættindi, og tann mest týðandi funktiónin, ið Grundlógin hevur, er at tryggja fólkaræði og frælsi.

Føroyingar fáa eina tátu 
Meðan politikarar í Føroyum hava sitið uppi yvir henni í áravís, hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” av taktiskum orsøkum havt fleiri nøvn.
 
Undir fullveldissamgonguni, sum eisini vildi loysing, kallaðist tað ein ”grundlóg”. Eftir hetta linkaðu tey heitið og kallaðu ”grundlógina” eina ”stjórnarskipan”. Síðani hevur samgongan roynt at gera ”grundlógina” upp aftur linari við heitinum ”samleikaskjal”.
 
Hetta er sum at geva føroyingum eina tátu.
 
Týðandi er tó, at eingin letur seg lumpa av skiftandi nøvnum.
 
Fakta er, at politikarar úr samgonguni hava á Løgtingsins røðarapalli og í útlendskum fjølmiðlum sagt, at ”stjórnarskipanin” er byrjanin til, at Føroyar skulu loysa og gerast fullveldisland, og at sama ”stjórnarskipan” skal vera grundlóg fyri Føroyar.
 
Tí er einki at ivast í: ”stjórnarskipanin” er í roynd og veru amboðið til loysingina.
 
Sjálvsavgerðarrættur kann missast 
Sum áður nevnt eru Føroyar tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tað hevur sjálvt stjórnin í Keypmannahavn viðurkent fyri langari tíð síðani.
 
Tó hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” eina áseting um føroyskan sjálvsavgerðarrætt.
 
Hugsa tær, um føroyingar vraka ”stjórnarskipanina”, so sum veljarakanningar benda á? Tá kann avleiðingin verða, at Føroyar missa sjálvsavgerðarrættin, ið vit øll eiga í felag.
 
Hetta má ikki henda.

Hví nýggja stjórnarskipan? 
Tað krevst ikki nógv orka til at síggja, at arbeiðið við at gera eina nýggja stjórnarskipan hongur óloysiliga saman við einari ætlan hjá samgonguni um loysing úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. 

Ein nýggj stjórnarskipan skapar ongar ítøkiligar broytingar í føroyskum politikki og fyri føroyingar uppá stutt sikt.  

Vit hava okkara egna lóggevandi vald - Løgtingið, egna stjórn - Landsstýrið, egnan stjórnarleiðara - Løgmann og okkara egna flagg - Merkið
Vit skipa okkara egna fiskivinnupolitikk, vinnupolitikk, umhvørvispolitikk, mentanarpolitikk, heilsupolitikk, útbúgvingarpolitikk o.a.
Vit ráða yvir øllum tilfeingi í havinum uttan um okkum og hvussu tað verður gagnnýtt
Vit samráðast við onnur lond um loyvi til at gagnnýta part av teirra tilfeingi - sínámillum samstarv og um handilsavtalur.
Tí má einasta politiska endamálið við einari nýggjari stjórnarskipan vera at loysa Føroyar úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum.

Hví loysing?
Verður meirluti á einari fólkaatkvøðu um nýggja stjórnarskipan og harvið undirtøka fyri tilgongdini at loysa, ja so fær hetta ítøkiligar avleiðingar. 

Ein loysing vil uppá longri sikt hava álvarsligar avleiðingar fyri okkara vælferðarsamfelag við t.d. verri heilsutænastum og færri útbúgvingartilboðum til okkara ungu. 

Eitt nú vísa eisini meiningarkanningar frá líknandi loysingarverkætlanum í útheiminum, at stórur vandi verður fyri stórari fólkafráflyting. 

Tí má einasta politiska endamálið við einari loysing vera droymarí, misskilt nationalisma, romantisering og symbolpolitikkur, heldur enn sunnur fornuftur, veruleiki og realpolitikkur. 

Sí annars lýsing frá Sambandsflokkinum: Stjórnarskipanin er loysing
 
Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum