Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví liggja føroyskar fyritøkur sjóvarfallið av sær í Grønlandi?

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: - Tað undrar stórliga, at ongin føroysk fyritøka verður við á ráðstevnu, har ið framtíðar ráðevnisvinna í Grønlandi verður viðgjørd. Liggja væl skikkaðar føroyskar fyritøkur sjóvarfallið av sær? spyr Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Nú verður fyrireikað til, at virðismikil ráðevni av øllum handa slag skulu fáast til hølvdar úr grønlendsku undirgrundini.

Tí hava nógvar fyritøkur, stovnar, einstaklingar o.o. meldað seg til stóru ráðstevnuna "Future Greenland 2013" í Nuuk í døgunum 6. og 7. februar 2013. Grønlendska arbeiðsgevarafelagið stendur fyri ráðstevnuni.

Ongin føroysk fyritøka hevur áhuga fyri at vera við á ráðstevnuni, har ið avbjóðingar hjá Grønlandi, grønlendskari vinnu o.a. er á skránni. Ongin føroysk fyritøka stendur á listanum yvir luttakarar á "Future Greenland 2013".

- Er tað veruliga so, at føroyskar entreprenørfyritøkur, ráðgevingar-, serfrøðinga- og vitanarfyritøkur, fíggingarstovnar og onnur ikki ætla at bjóða seg fram í Grønlandi? spyr Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins.

- Vit eiga væl útbúgvin fólk og væl skikkaðar fyritøkur við drúgvum royndum innan fleiri økir. Hví eru tey ikki við í einari byrjandi, nýggjari vinnu í Grønlandi? spyr fólkatingsmaðurin.

Einstøk føroysk nøvn eru at finna á navnayvirlitinum til "Future Greenland 2013", men hesir føroyingar starvast hjá útlendskum fyritøkum.

Solar Føroyar við heimstaði í Tórshavn luttekur á ráðstevnuni. Sostatt er ein einstøk fyritøka, sum hevur virksemi í Føroyum, til staðar. Solar Føroyar er tó dótturfelag hjá danska Solar-samtakinum, sum hevur dótturfeløg í fleiri londum.

- Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur í Danmark heitt á fyritøkur um at møta á ráðstevnuni, og tað er púra upplagt, at eisini føroyskar fyritøkur vísa áhuga og melda til. Øll eru vælkomin, sigur Edmund Joensen.

Fleiri verkætlanir eru á veg, og longu nú hevur t.d. London Mining Plc. ætlan um at byggja eitt nám og eina útskipingarhavn fyri tilsamans 12,5 milliardir kr. har suðuri í Grønlandi. Ein milliard tons av jarnmálmi skal takast úr jørðini. Roknað verður við, at málmur kann brótast úr náminum komandi 30 árini.

- Brúk verður fyri nógvum dugnaligum fólkum, eitt nú til at stjórna nógvu verkætlanunum. Skikkaðar føroyskar fyritøkur mugu bjóða seg fram við sínum royndum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður Sambandsfloksins.

Tilmeldingarlistan til "Future Greenland 2013:

http://www.futuregreenland.gl/LinkClick.aspx?fileticket=DVm%2bO6NPH%2fs%3d&tabid=67&language=da-DK