Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví lata føroyingar alt um seg ganga?

Málið um 'Anitu' er ein landaskomm. Kanska tann størsta av sínum slag, sum vit vita um her á landi. Spaniólar sigast eiga skipið, einki skil var á mønstringini, einki skil var á manningarútbúgvingini (trygdarskeið o.ø.), 40000 gørn (vanligt 15000) hjá ungum óroyndum monnum at fáast við. Ein varð fastur í gørnunum. Ongin knívur. Hálaður fyri borð og druknaði. Men skipið heldur áfram at fiska, at síggja til, sum einki var hent. Ein virðisleysur indonesi meir ella minni, tað eru fleiri av slagnum, ið vilja arbeiða fyri hungursløn. So herji á.

Hvør hevur givið einum sponskum skipi loyvi til at fiska í føroyskum sjógvi?

Hvør hevur givið fiskimonnunum loyvi til at mynstra við skipinum uttan uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum?

Reiðarin sigst verða stjóri í trimum fyritøkum, uttan at forvinna eina krónu. Hvat sigur Taks, og hvat ger Taks í slíkum førum? Letur sum luft ella fer til verka. Tað er, ið hvussu so er, eingin grund til at góðtaka longutong.

Vi hasari inntøkuni, man reiðarin fáa kókaðan indonesa til døgurða og uppafturhitaðan kinverja til nátturða, segði onkur og flenti við.

Men hetta er als onki at flenna at. Hendingin er ein katastrofa fyri okkum sum land og fólk. Vit hava verið kend fyri at fara væl við fólki, ið av einihvørji orsøk hava vitja ella arbeitt hjá okkum. Og vit hava fingið góð ummæli nógva staðni kring knøttin. Men nú skulu vit varða okkum, tí umrødda skarns- og fanansagtiga ger, kann lættliga fara at skaða okkum nógv meira, enn vit duga at fyristilla okkum, verður hon kend millum manna í útlondunum

Vit síggja annars eisini í hesum døgum nakað annað, ið kundi gjørt ómetaliga skaða, at 70 tons av ikki etandi fiski var um at verða sent til Kina. Og soleiðis kundi øll okkara útflytan til Kina verðið steðga kanska í mong ár. Tí er alneyðugt at onkur má virka sum tann, ið steðgar skaðiliga virkseminum innan fiskivinnuna, tí annars verða vit um ein háls, áðrenn vit vita av.

Onkur helt fyri, at ein effektivur máti, at sleppa av við og at forða nógvum lógarbrotum innan fiskivinnuna kundi verið at sent allar fólkafloksmenninar við 'Anitu' ein mánað komandi vetur við somu treytum sum indonesararnir høvdu, tí so kundi tað verið, at tað sivaði inn hjá teimum, og at teir tí kanska fóru at seta nøkur neyðug og gevandi mørk innan fiskivinnuna, sum teir eru harrar yvir bæði upp á ilt og gott.

Við vón um, at tey, sum í teirra peningagreði skaða land og fólk, verða steðgaði.

Dagfinnur Danbjørg