Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví ikki rulla skattalógirnar aftur?

Eitt av tí løgnasta, sum hevur verið ført fram av flokkum upp undir løgtingsvalið, er at tað ikki ber til at rulla skattalógirnar – og serliga pensiónsskattin – aftur.

Hetta kann so ikki vera annað enn ein krógvað dagsskrá. Flokkar, sum siga hetta, mugu í veruleikanum taka undir við politikki farna landsstýrisins, sum teir søgdu seg vera ímóti. 

At tað ikki ber til at broyta skattalógir er jú tað rama tvætl. 

Hetta prógvaði farna landsstýri, tá tað kom til, og nýskipanin kom at galda beinanvegin. Nú er longri tíð til 1. januar, so tað liggur enn betri fyri nú, um viljin er. 

Eitt nú vísti Ben Arabo á fyri nógvum árum síðani, at tað ongastaðni ber so væl til sum í Føroyum at gera eina skattaskipan, sum lættir um skattabyrðuna hjá láginntøkum og flytir hana til teirra, sum ráð hava at gjalda. Síðani hava kanningar til fulnar prógvað, at henda skipan veruliga kann fáast at rigga.

Talan er um ein skatt, sum verður lagdur á flytingar av pengum. Hvør flyting verður skattað við einum hálvum prosenti av upphæddini. Hetta verður gjørt í peningakervinum, har flytingarnar fara fram on-line. TAKS gevur boð um at hetta hálva prosentið verður flutt sjálvvirkandi, hvørja ferð ein flyting fer fram. Samlaðu flytingarupphæddirnar eru so stórar, at tað,sum inn kemur av hesum hálva prosenti, er meir enn tað sum í løtini kemur inn av inntøkuskatti, tolli og meirvirðisgjaldi. Vilja vit tað, ber tað tí til frá nýggjárinum at avtaka sjálvuppgávur og meirvirðisgjaldsuppgerðir, eins væl og skatt á bensin og medisin.

Hetta vil siga, at lønarinntøkurnar fáa munandi lætta. Tá lønin verður flutt, verður eitt hálvt prosent av henni flutt til tað almenna. Eftir hetta hevur borgarin einki meir samskifti við skattamyndugleikararnar.

Tey, sum koma at gjalda skattin, eru tey, sum hava brúk fyri at flyta pengar. Hesi eru á teimum ovastu rókunum. Men hví skal skattabyrðan ikki leggjast har pengarnir eru, í staðin fyri at pína tey á teimum niðastu rókunum?

Zakarias Wang