Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

HVÍ IKKI RÆTTA HONDINA ÚT?

Vit tosa dag, hvønn, dag um tunlar, um milliarda upphæddir, ja pengar nógv av okkum neyvan hava nakra føling við, uttan tá vit lesa um Onkel von Joakim. Menn gera sær dælt av, hvør hevur besta hugskotið, til enn eina loysn á okkara infrakerv, okkara alra ogn svimir runt um okkum, og kundi loyst trupulleikar, men tað skal kortini ikki koma fjøldini til góðar, smáting higartil .

Men eg má bara spyrja teir leiðandi menninar, og serliga ísakøldu greipuna har úti: Hví hava tit so nógv ímóti teimum veiku í Føroyum? Hví ynskja tit at tey fara? Eru tey ikki líka góðir føroyingar sum tit, sjálvt um tey ikki eru líka væl fyri?

Tað sigur seg sjálvt at vit øll kunnu ikki verða millióningar, og at nøkur detta niður ímillum, ikki altíð er tað teirra egna skyld, men umstøður hava gjørt tað so. Men hava tey ikki rætt til hjálp, um vit kunna veita hana? Vit rópa okkum fyri eitt ríkt land. Løgmaður segði fyri kortum, at okkara land er heimsins besta vælferðarsamfelag, men er ikki okkurt, ið haltar. Hví eru tað so nógv sum siga, eg má flyta, tí her fái eg onga hjálp? Hví eru tað fleiri sum siga, at nú eri eg bundin, eg sleppi ikki avstað? Er tað rætt at teir leiðandi beinleiðis vilja sleppa av við trupulleikan, og purra uppundir at fæloysingar flyta, so tann útreiðslan hvørvir.

Hví hava tit so nógv ímóti at lækka MVG á neyðsynjarvørum sum mjólk, breyð, grønmeti og frukt, so hesi menniskju, og børn, kunnu fá mjólk hvønn dag, tí tað fáa tey ikki í dag. Kálktablettir er neyvan loysnin.

Eg vil fegin geva tykkum tey ráð, at taka eitt prát við “Í menniskjum góður tokki”, og tit fá sjón fyri søgn. Hesi hava fyrsta handa vitan um støðuna, og vita hvat orsøkin er, hvat sum er pínan, og hvørjar avleiðingar tað hevur. Hví ikki rætta eina hond út til øll Føroya fólk, og ikki bert til tey fáu, ella tey sum eru best fyri. Hví ikki rætta hondina út, nú vit tosa um milliardir í tunlum, hví ikki rætta hondina út og siga, jamen tit eru jú ein partur av okkum, tit eru føroyingar, tit búleikast her, tit fáa børn og eru ein partur av samfelagnum. Tað sum tað sær út til, at tit siga er: At vera asosialur er gott, at næstrakærleiki hoyrir fortíðini til, og at tað sum ikki kann standa, má falla. Tað sum kortini er tykkara trupulleiki er, at hetta er langt frá føroyskum lyndi og verumáta. So einfalt er tað.

Tykkara mantra hevur verið, at skuldin má burtur, vit mugu tí spara, men tykkara loysn er, at tey sum onki hava, skulu hava minni, og tey sum hava, skulu hava meir, við tí fyri eyga, at tey fyrru rýma, og tey seinnu fara at gera íløgur í vinnulívið, og víðari halda tit áfram: “ Vit eru bara keddir av, at tit ikki hava merkt so nógv til tað, síðan vit komu til. Vit royna at sleppa undan skuldini, vit royna at geva teimum sum eru væl fyri, møguleika at gera íløgur, tí fáa tey skattalættar, fara tey at gera íløgur, og skapa arbeiðspláss. Tað vóna vit, men tí mugu vit ofra nakað. At tað so eru tit, tey veiku, tað gongur útyvir, er bara keðiligt. Men soleiðis er tað nú einaferð”.

Álvaratos, hvussu naivir kann mann verða. Kann eg so spyrja: Tá skuldin er null, og fjøldin er 40000 fólk, eru tit so nøgdir? Hvussu ætla tit at eindurreisa samfelagið tá ongin er eftir? Vit koma at hava stórar trupulleikar, at halda vælferðarstøði, tá færri skulu gjalda fyri fleiri, sum okkara samfelagsandi altíð hevur verið bygt á.

Vit taka okkum av øllum, tað er mín, og tankin hjá flestu føroyingum, ið eg kenni. Hugsa tit ongantíð um, at ein dag er ballið um gullkálvin og tað “betra slagið” liðugt, og tá skal skrivast ein nýggj søga. Blaðið skal vendast, hvar allir borgarar aftur eru partur av samfelagnum. Í heimsspeki kann nógv koma fram, men minnist bara til Kaj Leo og Jørgin, at tá í ein blindur leiðir ein blindan, so detta teir umsíðir báðir á sjógv.

Levi Mørk