Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví ikki eitt herðaklapp

07.05 tað vil siga hósdagin, vað eg innlagdur á Landssjúkrahúsið at fáa "nýtt høgra knæ". Varð lagdur undir skurð umleið kl. 1030, og aftaná hálvanannan tíma, var Harry Gudmunsson liðugur við skurðviðgerðina. Tveir dagar aftaná, klokkan var umleið 1730 í gjár fríggjadagin tá eg var aftur við hús væl tilpassar við "nýggjum knæi". Ikki tí eg var koyrdur heim áðrenn tíð,men eftur egnum ynski í samráð við skurðlæknan og fysioterapoutin, og at eg var stak væl fyri, varð eg útskrivaður. 25.01.2010 var eg skurviðgjørdur, eisini av Harry Gudmundsson. tá fekk eg "eitt nýtt vinstraknæ."

Ein sum ikki hevur roynt hendan teknikkin og tað úrslit tað gevur, kann ikki fyristilla sær hvussu ótrúliga lísvgóðsku ein sovorðin skurðviðger hevur við sær. Hetta er nærum ein sjálvfylgja hjá okkum, at vit so at siga ókeypis kunna leggja okkum undir skurð, uttan at hugsa um tann fíggjarliga spurningin. Tað skal eg taka upp í eini grein seinri.

Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, so loyvi eg mær við takksemi at senda eina heilsan og tøkk, ikki bara til Harry og hansara toymi, ið hevur givið og mær so nógvum førleikan og lívagóðskuna aftur. Men líka stóra tøkk eiga tey sum vóru um meg bæði áðrenn og aftaná skurðviðgerðina, og til eg varð útskrivaður. Havi líka síðan eg sum smádrongur tá eg sum 10-11 ára gamal var á Landssjúkrahúsið við brotnum armi,sæð upp til sjúkrarøktarfrøðingar. tí eg trúgvi, at tá íð tær ella tey ið taka hetta sum teirra lívsstarv, so er tað við nærlagni og næstrakærleika, og at tey brenna fyri hesum starvi.

Eg vil pástanda, at tað finnst ikki nakað týdningamiklari starv í tí almenna sektorinum. Eitt starv, sum hevur so ómetaliga nógv at siga, ikki bert her men runt allan hemin. Og eg haldi at tað er ótrúligt, at tað ár um ár verða klaktir og útbúnir so nógvir sjúkrarøktarfrøðingar, at teir meira enn so kunna nøkta tørvin í okkara lítla landið. Men ein stór skomm er tað, at lønarlagið hjá tí mest týdningamiklia starvsfólkasbólkurin hjá okkum yvurhøvur, hevur so eyðmykjandi lønarlag, at tú øtast.

Við teirra alski, vitan, nærlagni tey leggja í teirra arbeiði, er tað óskiljandi, at hesin bólkur verður so lítið virdur lønarliga. At hóast tað lítið viriliga lønarlagi, so setur tað til á hvørjum ári. Tað vísur meira enn nakað annað, at her er ein bólkur, ið hóast alt ov lágt lønarliga so er teirra alskur og næstrakærleiki til starvi, hægri enn tað tey fáa til vega lønarliga. Eg haldi, at hesin bólkurin eins og heimahjálparnir er í eini heilt serstakari støðu mótvegis øðrum bólum í samfelagnum. Tí eiga bæði Fíggjarmálaráðið, Løgtingi og Kommununar saman vi teirra fakfeløgum at taka hond um, og lyfta henda bólk lønarliga upp á eitt nógv hægri støði. So er tað sagt.

Kann ikki lata verða við, at greiða frá eini hending tá eg sum fyrr sagt 10-11 ára gamal búleikaðist á stovu 26 á ovaru gongd á Hospitalinum við frøken Krogh av Sandi, sum mín mentor Tað bar so á, at Sam Olsen sonur Siggu, ættað úr Sørvági sum var gumma mín ein dagin í kavaveðri kom út at vitja meg beint undan jólum. Aftan á at hava gingið úti í kavanum, helt Sam fyri, at vit skuldu fara heim til teirra.

Sigga og Adler búðu tá úti á Reyni, minnist ikki hvussu húsið kallaðist, men líkamikið. Sigga og Adler vóru ikki heima henda dagin, so tá ið vitjunartíðin var av, settu vit kós móti Reyni

Sum vera man, so fleyg tíðin avstað tí vit vóru vinmenn, og tá Sam á hvørjum sumri var og ferðaðist í Sørvági, vóru vit altíð saman. Nú klokkan nærkast átta ella 2000 um kvøldið heldur Sam, at vit skuldu fara í biograf í Sjónleikarahúsinum. Uttan at hugsa um, at nú var tað um at vera songartíð hjá mær úti á hospitalinum, sum tað tá var sagt, settu vi báðir feðganir í góðum lag kós niðan í Sjónleikarahúsið.

Komnir út úr Sjónleikarahúsinum á veg oman eftir nakað niðan fyri Auto var ein klokka hinumegin vegin sum vísti at nú var klokkan 2130. Tá vaknaði eg við kaldan dreym, eins og eg hugsaði, at hetta kom ikki at spæla væl av í kvøld, tá eg skuldi møta veruleikanum og frøken Krogh aftur úti á hospitalinum. Sá eisini ein ambulanca sum koyrdi aftur og fram í Havnargøtum. Tá eg var komin út til kioskina omanfyri Skipasmiðjuna møti eg Hentsar Grástein, Hann var eisini innlagdur á ovarugongd, og sum saman við Ambulansanum og øðrum var farin at leita eftir mær. Eisini høvdu tey leita eftir mær niðri í fjøruni fram við Hospitalinum.

Hann greiddi mær frá at Doktor Dahl aftaná at vera liðugur við eina operatión, hevði gingið Kykur uppi á ovarugongd í tveir tímar, í einum blóðugum kitli. So hann var øgiligur á at líta. tí vat tað ein ikki sørt skelkaður smádrongurúr Sørvági, sum fór tey tungu fetini upp gjøgnum trappurnar. Og tey fyrstu eg møtti vóru frøken Krogh og Doktor Dahl. Ístaðin fyri at vera útskeldaður, so vóru tey óvanliga blíð, meðan tey spurdu meg hvar eg hevði verið síðan kl. 1500 í dag tá vitjanartíðin var av. Eg segði sum var, at ein vinmaður hevði bóða mær heim, og at vit høvdu verið á Biograf í Sjónleikarahúsinum. Tá smíltust tey bæði, og tá lætnaði hjá mær. Men aftaná tað so bað frøken Krogh meg sleppa mær í song, og ikki prøva uppá " at fara í býin aftur. "Tá Doktor Dahl dagin eftir hevði stovugongd, segði hann at hann hevði avtala við portørarnar, at hasin Vágadrongurin skuldi bindast hereftir, soleiðis at hetta ikki skuldi endurtaka seg.

Frank Davidsen