Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví drála, harra løgmaður?

….at leggja eitt uppskot til fyri løgtingið, sum ein útlendsk fyritøka hevur evnað til, er ein háðan móti aldargamla føroyska løgtinginum!

Ein samanumtøka av støðuni í tunnilsmálinum vísir greitt, at politiska skipanin fult og heilt hevur mist yvirlitið og stýringina og at ætlaða loysnin, ið m.a. er grundað á rossahandlar, fer at volda samfelagnum óbøtandi skaða.

Álop á fólkaræðið.

Einki samfelag kann liva við tí niðurlaging av grundleggjandi demokratisku sam-felagsskipanini, sum verður framd móti føroysku parlamentarismuni. At krógva týðandi upplýsingar fyri lóggevandi valdinum og at niðurgera føroyskan sakkunnleika er óhoyrt, men at leggja eitt uppskot til fyri løgtingið, sum ein útlendsk fyritøka hevur evnað til, er ein háðan móti aldargamla føroyska løgtinginum.

Búskaparligt óðamannaverk.

Tað er búskaparligt óðamannaverk, og samfelagið megnar tað ikki, at 2- 3 mia. bráddliga og óneyðugt verða tiknar úr búskapinum ( prísurin fyri at halda fast við ein landsstýrismann, sum heilt klárt hevur mist tamarhaldið á sínum øki ).

Óneyðugir okursprísir.

At áleggja vanliga føringinum at gjalda óneyðugan okursprís fyri at koyra gjøgnum eysturoyartunnlin, bert fyri at nakrir privatir skulu fáa høvið at ríka seg upp uppá hann, kann ikki verjast. Og ongin politikkari hevur uppiborið dagin, tá eisini tey, sum í dag lovprísa privatu loysnini, reisast og spyrja, hví vit loyvdu eini loysn, sum ger, at tey ( sambart búskaparfrøðingum ), skulu gjalda 140 krónur fyri túrin gjøgnum tunnilin, tá hesin kann gerast fyri minni enn 50 krónur.

Hvar fór kravið um javnvág á fíggjarlógini.

Bráddliga at økja undirskot landskassans við 150 mió., sum lið í einum rossahandli, er ein vanvirðing av teimum, sum seinastu árini hava liðið undir sparingum og niðurskurðum, tí tey hava góðtikið politiska kravið um at fáa undirskot landskassans burtur áðrenn 2016.

Dagføring av bleytu økjunum.

Hava vit ráð at loyva fremmandum spekulantum óavmarkaða atgongd til føroyska búskapin, so skylda vit bæði heilsumálaráðharranum, almannamálaráðharranum, skúla- og mentamálaráðharranum o.ø. somu atgongd, so hesi kunnu gera ta dagføring av økjum teirra, sum tørvur so harðliga er á.

Lat okkum finna fótafestið aftur.

Sum er rekur tjóðin fyri vág og vind og nógv bendir á, at vit politiskt rena okkum føst komandi vikurnar. Tí er alneyðugt, at løgmaður vaknar, leggur kongin á tunnils-økinum og gevur politisku skipanini eitt tiltrongt timeout at finna fótafestið aftur, bæði á tunnils- men eisini øðrum tíðandi økjum. Vit hava als ikki ráð til meira drál!

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

p.s.: sjálvandi skal samferðsluøkið útbyggjast, bæði við tunnlum, vegum og brúm, men hetta má grundast á vit, skil og fólkaræði og ikki á rossahandlar og einaræði.