Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví blíva føroyingar so lætt fornermaðir?

Her hugsi eg um Pál Weihe. Hann fær morðhóttanir fyri at gera sítt arbeiði innan heilsu.

Hugsi eisini um Hans Andrias Sølvará, sum setti spurnartekin við søguliga partin í bíbliuni. Fólk vóru ikki blíð.

Hugsi eisini um, at eg seinastu viku setti spurning við, hvussu sunn nationalisma er. Úrslitið var, at fólk kallaðu meg fyri hashara, býttan, idiot, minni mentan og løgdu aftrat, at eg ikki eri vælkomin í Føroyum.

Felags fyri hesa mótstøðuna er, at ógvuliga fá fyrihalda seg til sjálvan boðskapin, men velja heldur at blíva fornermaði og leggja eftir persóninum.

Vilt tú hinvegin verða populerur í Føroyum, so skalt tú rósa Føroyum upp um skíggini og endiliga ikki seta spurnartekin við nakað. Tað er tað ringasta!

Eg minnist, tá Damon Albarn - úr Blur og Gorillaz - spældi við Blur á høllini á Hálsi. Miðlarnir og fólk hingu í reyvini á heimsstjørnunum í Blur, men hvat? Tá Damon Albarn fekk sær ein smakk av einari føroyskari øl, so væntaðu øll, at hann fór at siga, hvussu fantastiskt tað smakkaði. Fólk bíðaðu í spenningi. Hann opnaði munnin og so komu orðini:

“Tykkara øl smakka av piss!”

Verðin stóð still og hjartað leyp minst 3 sløg um. HA?! Hvat segði hann?! Hatta er beinleiðis ólógligt at siga! Heldur seg vera! Úrslitið var, at føroyingar og føroyskir miðlar blivu fornermaðir. Alt fokus varð flutt frá sjálvari konsertini yvir á hendan eina setningin. Niðurstøðan var greið: Blur var nakað lort og Damon Albarn var óynsktur í Føroyum.

... men hví hugsaði ongin tankan, at kanska føroyskt øl ikki var so gott? Kanska øll fólk ikki hava ta somu tunguna ella somu smaksleykirnir? Nei tú, Damon Albarn var ein idiot! Ferdigt!

(Greinin er tikin frá “Okkara klumma” hjá sandportal.fo. Klumman er skrivað av Hergeir Staksberg og endurgivin her við loyvi frá sandportal.fo)