Hvat vil samgongan gera við Teistan
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í samferðslumálum, Jóhan Dahl, viðvíkjandi umvæling av Teistanum.
1) Nær verður Teistin tikin úr sigling, og hvat avloysaraskip verður sett ístaðin?
2) Nær verður rampan, sum ikki hevur verið virkin í meira enn eitt ár, afturgjørd?
3) Hvat slag av maskinorku verður talan um, og hvussu nógvar verða motorarnir?
4) Nær verður lyftan gjørd, so hon er álítandi og virkar til fulnar?
5) Nær verður nýggj gjaldsskipan tikin í nýtslu?
6) Verður internetatgongd tøk, tá skipið er umvælt?
Viðmerkingar:
Teistin er framvegis samferðsluliga álitið hjá fólki og vinnu í Sandoyar Sýslu og í Hesti. Hóast Teistin nærkast teimum 11 árunum, so hevur mær vitandi einki 10 ára sýn verið á skipinum enn. Løgtingið hevur samtykt at játta pening til nýggja maskinorku til Teistan, men enn røkist einki fyri at borgarar og brúkarar vita nær álit okkara, verður tikið úr sigling og hvat skip skal avloysa Teistan. Eisini hevði verið rímiligt at vita hvat verður gjørt frá samgongunar síða, fyri at bøta um tænastustøðið sum heild umborð á skipinum. Tí hesar spurningar.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður