Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat sá kroatin á víkiplássinum

Sjálvt ein, sum gongur høgt upp í lygnina, kann viðhvørt siga sannleikan, og tað kann væl hugsast, at kroatin tosaði satt, tá hann í rættinum segði seg bert síggja tvey fólk koma út aftur úr Norðoyatunnlinum, tá hann elti Skoda-Fabia bilin um náttina, og nógv bendir á, at maðurin tosaði satt, júst tí hann dagin eftir fór inn í tunnilin fyri at fáa vissu fyri, hvat var har inni, men var skjótur útaftur, sum hevði hann sæð eitt spøkilsi.

Tað er í hvussu so er staðfest av politinum, at tá lá telefonin hjá Pidda í Skoda-bilinum, hann koyrdi í.

Men ákæruvaldið manglar at upplýsa fyri rættinum um telefonin hjá Pidda eisini fór ein túr í Norðoyatunnilin seint hóskvøldið, ella um náttina til fríggjadagin.

Ta náttina, sum ákærdi elti Skodabilin, segði hann seg tá heldur ikki vera farin inn í tunnilin við sínum egna bili.

Tað kann so eisini staðfestast um løgreglan ynskir tað, men tað sýnist sum um ákæruvaldið ikki hevur áhuga í at leggja hesar upplýsingar fram í rættinum.

Gjørdu tey tað, so fekst vissa fyri um ákærdi enn einaferð hevur logið, ella um hann við hesum hevur sagt sannleikan, og tað er í hvussu so er nakað, rætturin eigur at seta krav um, verður kannað út í æsir.

Og tað mátti verið ein rimmar fongur hjá politinum, um tað kundi staðfestast, at kroatin hevði verið inni í tunnlinum um náttina, tí  sambært ákæruvaldinum, kundi tað so eisini verið hann, sum beindi Pidda av vegnum.

Men framvegis fáa hvørki vit ella rætturin hesar upplýsingar.

Og so kunnu vit – fyribils - bara ímynda okkum hvat hann sá ínni í víkiplássinum hendan fríggjamorgunin.