![](/myndir/myndin-16198_r_705_0.jpg)
Hvat hevur taxavinnan gjørt býráðssamgonguni?
So var býráðssamgongan í Tórshavnar Kommunu aftur eftir teimum, sum royna at reka taxavinnu í Tórshavn.
Nýggjasta uppskotið frá Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn er, at nú fáa taxabilarnir ikki loyvi at standa uttan fyri býráðshúsið, sum teir hava gjørt í manna minni, fyri at fáa ein túr.
Um sitandi býráðssamgonga fær sín vilja, verður alt vent á høvdi hjá taxavinnuni, sí niðanfyri standandi kortmynd:
Nú skulu taxabilarnir standa í mótsattari síðu og trýstast niðan ígjøgnum gongugøtuna, niðan á Glade Hjørn og oman til Tórsgøtu og oman í Vágsbotn ella úteftir Dr. Jacobsensgøtu - alt eftir, hvar kundin skal.
At trýsta allar taxabilarnar niðan eftir gongugøtuni á sumri, tá nógv fólk eru í miðbýnum og á náttartíð, er heilt burturvið.
Hetta uppskotið er sera illa umhugsað og er beinleiðis ein provokatión ímóti taxavinnuni í Tórshavnar Kommunu.
Tað er nógv betri og lagaligari at koma til og frá Vaglinum, har taxabilarnir standa nú. Alt eftir, hvar kundin skal, eru 3 møguleikar: oman í Vágsbotn út eftir Skálatrøð, niðan eftir Niels Finsensgøtu ella oman á Bursatanga o.s.fr.
Hvat hevur taxavinnan gjørt sitandi býráðssamgongu - og eg má bara endurtaka slagorðið hjá Fólkaflokkinum - Nokk er Nokk.
Eg havi ikki tikið undir við hesari broyting í Teknisku nevnd og heiti inniliga á sitandi býráðssamgongu um ikki at seta hetta í verk.
Hvat hevur taxavinnan gjørt sitandi býráðssamgongu - er eingin borgarligur tóni eftir í Fólkaflokkinum?
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu