Hvat hava Vágarnar gjørt Fólkaflokkinum
Koyri dagliga í millum Sørvág, Miðvág og Sandavág. At síggja Jóhannu Katrinu koma skúmandi gjøgnum Vágafjørð, samstundis sum fjøld av útróðrarbátum liggja við Snarfrost og avreiða, er ein sjón, ið ikki hevur verið at sjá í áratíggjur.
Tí var tað sera kensluborið og hugaligt, tá synirnir hjá Jósup Henriksen sála, saman við brøðrunum Árna og Hjarnar Dalsgaard úr Skálavík tóku lógvatak saman, og stovnaðu eitt felag, til at skapa framburð í Vágum. Snarfrost, ið hevði staðið og forfalli, var sett í stand, samstundis sum teirra felag Kinnfelli keypti stásiliga uppisjóarskipið Jóhanna Katrina. Áðrenn tað áttu og róku beiggjarnir Jóhannus, Tummas, og Bárður djúpvatnstrolarnar Brestir og Vesturleika.
Men mótstøðan var stór frá teimum aktørum, sum høvdu umsitið uppisjóvar- og barentshavskvotuna.
Sjálvt um verandi aktørar framvegis høvdu 85 prosent av hesum kvotum, so løgdu teir so stórt trýst á Fólkaflokkin og Sambandsflokkin, at Katrin Jóhanna nærum glapp eigarunum av hendið.
Men tann allarstørsta mótstøðan kom frá formanni Fólkafloksins og øllum umboðum floksins. Tað sveið hjá Vágafólki, at ein av teirra egnu hótti við, at menningarkvoturnar eins og øll fiskivinnuskipanin skuldi rullast aftur. Sostatt stuðlaði Fólkafloksformaðurin 100 prosent teimum gomlu aktørunum, tí har stóð flokkur hansara so sterkur, at hansara politiski loyalitetur ímóti Vágoynni mátti víkja. Soleiðis tók hann undir við teimum, ið vildu hava 100 prosent av uppsjóvar- og barentshavkvotuni aftur. Helst hevur hann hugsað, at atkvøðurnar úr Vágum fekk hann allíkavæl.
Annars ganga søgur, at advokaturin Christian Andreasen er løgmansevni floksins hjá fólkfloksfelagnum í Havn. Formaður felagsins í Havn legði fyri fyrr í summar við ” Vit skulu vinna Havnina aftur.”
Christian Andreasen er advokatur hjá gomlum aktørum, so har er als eingin ivi um, at gerst hann formaður í Fólkaflokkinum, og flokkurin vinnur valið, so situr hann sum samgonguleiðari.
Men um tað gerst veruleiki, er tað ikki sørt tragikomiskt. Hann hevur vegnað ein av teimum gomlu aktørunum lagt sak ímóti Føroya Landsstýri, tí hesin ikki vildi góðtaka, at teir skulu missa 15 prosent av fólksins ogn.
Men hvat hendir nú, um hesin sera snildi advokaturin gerst samgonguleiðari, og komandi løgmaður. Er hann ikki tá í ynskistøðu hjá teimum, ið gera krav uppá, at teir eiga fólksins ogn, til teir einaferð selja hesi rættindi, tá teir finna tað fyri gott.
Vit hava jú sæð tað fyrr, tá ið Vesturvón og Krúnborg vóru seldir. Tá vóru tað kvoturnar hjá hesum skipum, sum høvdu fleiri ferðir so stórt virði sum sjálvt skipið. So teir gomlu aktørarnir kunna gleða seg til, at tað verður teirra advokatur, ið kemur at sita í Tinganesi sum løgmaður.
Framtíðin eins og lagnan hjá Snarfrost og Katrin Jóhannu verður avgerðandi fyri, um Fólkaflokkurin kemur at skipa samgongu ella ei.
Tí skal mín áheitan verða, at Vágafolk seta teirra kross við valevni Javnaðarfloksins – Jóhannis Joensen. Ein og hvør atkvøða, ið verður latin til onnur valevni á Javnaðarlistanum, hevur tað við sær, at møguleikarnir hjá Jóhannis gerast verri. Tað kann snúgva seg um eina ella tvær atkvøður, tá upptalt verður. Tí er tað heilt og aldeilis avgerðandi, at Jóhannis fær allar tær lokalu javnaðaratkvøðurnar á løgtingsvalinum í Vágum leygardagin 31. august.
Frank Davidsen