Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat gera vit við fólksins ogn?

Fyri stuttum mælti Framsókn til, at vit góvu hvørjum øðrum eitt felags nýggjárslyfti, sum skuldi miða eftir, at føroyingar fingu meira burtur úr okkara náttúruríkidømi, sum er fólksins ogn. Vit royndu at varpa ljós á týdningarmiklar spurningar í hesum sambandi, eitt nú um vit vinna okkum nóg stór rættindi, og um vit gera avtalur við onnur lond um fiskiveiðu við teirri røttu javnvágini, sum tryggjar okkum tað, vit hava rætt til. Fyri at fáa eitt neyðugt orðaskifti í lag, loyvdu vit okkum enntá at spyrja um, hvørt tað yvirhøvur er rætt, at vit býta um veiðurættindi við onnur lond heldur enn sjálvi at fiska tað, vit hava í egnum sjógvi ella hava nátúrligan rætt til á annan hátt.

Boðskapurin frá sitandi samgongu er, at fiskivinnan bara skal hava frið til at gera tað, sum hon altíð hevur gjørt. Føroyingar kunnu sjálvandi yppa øksl og bara lata standa til, og hetta er júst tað, sum er um at henda.

Tað má bara ikki henda. Frá fiskivinnuni kemur týdningarmesta inntøkan, vit hava. Kravið til politisku skipanina, embætisverkið og fjølmiðlarnar má og skal vera, at teir røttu spurningarnir verða settir og svaraðir, soleiðis at avgerandi nýskipanir verða framdar og vit fáa sum mest burtur úr okkara tilfeingi. Bara tað allarbesta er nóg gott, tá tað snýr seg um at tryggja okkara rættindi og at fyrisita tey. Vit kunnu ikki góðtaka, at alt bara heldur fram, sum tað hevur gjørt, vitandi um, at hetta førir til niðurlaging av okkara samfelag.

Skulu útlendingar eiga okkara tilfeingi?

Í nýggjársgreinini vístu vit á, at føroyingar í russaraavtaluni millum annað keypa reiðaríum, sum útlendingar eiga partar av, fiskirættindi í Barentshavinum fyri uppisjóvarfisk í føroyskum sjógvi. Hetta nevndu vit fyri at leggja dent á, at vit ikki hava ynskt at diskriminera móti útlendskum kapitali, soleiðis sum øll grannalond okkara annars gera. Í hesum føri hava vit fylgt okkara egnu lóggávu, sum bara er so nógv øðrvísi enn aðrar.

Í Føroyum hava vit lóggivið soleiðis, at útlendingar uttan stórvegis hóvasták kunnu eiga uppi í okkara fiskirættindum. Í grannalondum okkara, eitt nú í Noregi og Íslandi, eru lógirnar harafturímóti munandi strangari, tá talan er um at lata burturav landisins náttúrutilfeingi. Í Íslandi sleppur als eingin útlendingur at eiga í fyritøkum ella skipum, sum hava rætt til havsins tilfeingi. Hetta tilfeingið er ogn hjá íslendingum, og so er ikki meira at tosa um.

Hví man hetta vera so? Kann tað hugsast, at áhugamálini hjá útlendskum eigarum ikki verða mett at sampakka við áhugamálini hjá íslendingum? Kann tað samstundis hugsast, at ein partur av okkara tilfeingi ikki kemur føroyska samfelagnum til gagns, og at vit eru um at gerast gestir í egnum húsi? Vit eiga at seta okkum hesar spurningar. Vit eiga at endurmeta ta lóggávuna, sum ásetur rættin til tilfeingi okkara. Vit eiga at spyrja, hví vit loyva eini gongd, sum einki annað land uttanfyri ES loyvir.

Sjálvur var eg í síni tíð ein teirra, sum atkvøddi fyri, at útlendingar eisini skuldu kunna seta pening í føroyskar fyritøkur, sum fáa rættindi til at gagnnýta føroyska tilfeingið, tvs. fólksins ogn. Eg helt hetta vera rætt tá, men síðani eri eg av álvara farin at ivast. Vit verða noydd til at endurskoða framtíðar fyrisiting av okkara náttúruríkidømi. Í fyrsta umfari verða vit noydd at tryggja okkum, at verandi lóg virkar sum ætlað, tvs. soleiðis at útlendingar veruliga eru minnilutaeigarar, eins og lógin ásetir.

Eitt professionelt samráðingartoymi undir uttanríkismálaráðnum

Sjálvandi skulu vit stremba eftir handilsavtalum og øðrum millumlanda avtalum við onnur lond, herundir Rusland. Sjálvur kann eg bara harmast um, at vit ikki hava fingið eina tílíka avtalu fyri langari tíð síðani. Minnist meg rætt, var ein handilsavtala við russar fyrsta fríhandilsavtalan vit settu kós ímóti, so hon hevur verið á veg leingi.

Tað, sum tó er avgerandi, er, at allar avtalur, vit gera, hava eina javnvág, soleiðis at vit fáa eins nógv, sum vit lata øðrum. Í sambandi við nýggjárslyftið, vístu vit á, at fiskiveiðiavtalan við russar ikki javnvigar, men at vit lata hópin meira, enn vit fáa. Tað er helst rætt, at avtalan elvir til ymiskt avleitt virksemi í Føroyum, og tað skulu vit sjálvandi rokna uppí. Men tað krevur, at vit fáa hetta avleidda virksemið lýst. Kanska kenna samráðingarfólk okkara nøkur tøl fyri, hvat avleidda virksemið gevur okkum, sum vit onnur ikki hava fingið kunnleika til? Undir øllum umstøðum mugu vit fáa samlaða virksemið lýst nágreiniliga alt fyri eitt.

Tað er m.a. við hesum í kvittanum, at Framsókn hendan dagin tók framaftur valtema okkara, sum fevndi um at stovna eitt super-professionelt samráðingartoymi – eitt toymi undir uttanríkistænastuni, sum hevur ein bæði breiða og djúpa vitan, og sum kann fevna um allar viðkomandi tættir í fiskivinnu og millumlanda samráðing.

Samstarvið við Ísland

Millum Ísland og Føroyar hevur altíð verið gott samskifti og samstarv, sum mangan hevur gagnað okkum føroyingum væl. Men gera vit upp, hvussu handilsliga samstarvið okkara millum hevur ment seg tey seinnu árini, so skerst ikki burtur, at íslendingar - bæði við Hoyvíkssáttmálanum og við lógum okkara um ognarviðurskifti í fiskivinnuni – eru slopnir munandi lættari framat okkara marknaði, enn vit eru sloppin framat teirra.

Higartil hevur Hoyvíkssáttmálin ikki hildnast okkum serliga væl. Vit eiga tí beinanvegin at gera upp fyrimunirnar og vansarnar við sáttmálanum. Úrslitið kann so vísa okkum, um vit skulu siga hann upp ella endurnýggja hann. Tvær brøðratjóðir, sum hava so líkar lívs- og tilverutreytir, mugu hava fullkomna handilsliga javnvág sínámillum. Vit kunnu einki annað góðtaka. Sannleikin er eisini, at meðan føroyingar slett ikki sleppa at eiga í íslendska fiskatilfeinginum, sleppa íslendingar ótarnaðir at eiga í okkara. Soleiðis eru lóggávurnar, men eru tær so hóskandi?

Norðmenn eru ikki minni protektionistiskir. Men tað kunnu vit venda aftur til seinni.

Poul Michelsen,

løgtingsmaður fyri Framsókn