Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat fall tann 14. september 1946?

Nú verður ført fram, at loysingin fall á fólkaatkvøðuni 1946.

Tíverri fyri tey, ið hetta føra fram, er mótstøðan sterk.

Fremsti mótstøðumaðurin er Andrass Samuelsen, táverandi formaður í Sambandsflokkinum. Á síðu 560 í bókini um fólkaatkvøða er endurgivið tað fjarrit, sum sonur Andrassar sendi til Ritzau sunnudagin 15. september 1946. Hetta má sigast at vera ein samtíðarkelda til tað sum fór fram.

Fjarritið var hetta:

Thorshavn, Søndag. (R.B.).

Med Henblik paa Statsminister Knud Kristensens Erklæring om Folkeafstemningens Konsekvenser udtaler Samarbejdspartiets Formand A. Samuelsen kort:

Regeringens Forslag er ikke vedtaget og er saaledes bortfaldet.

Samtidig er der ved Folkeatstemningen konstateret saa stor Modstand mod at afbryde Samhørsforholdet med Danmark, at ogsaa dette Spørgsmaal maa betragtes som bortfaldet.

Hetta kann týðast soleiðis:

Vísandi til tað sum forsætisráðharrin Knud Kristenen sigur um avleiðingarnar av fólkaatkvøðuni, sigur formaðurin í Samstarvsflokkinum A. Samuelsen í stuttari viðmerking:

Stjórnaruppskotið er ikki samtykt og sostatt burturdottið.

Samstundis hevur fólkaatkvøðan víst, at mótstøðan ímóti at halda uppat við samstarvinum við Danmørk er so stór, at eisini hesin spurningur má metast sum burturdottin.

Hetta eru merkisverd orð bæði av tí sum verður sagt og av tí sum ikki verður sagt.

Eitt er at Andras í fyrsta setningi sigur, at Sambandsflokkurin hevur skift navn til Samstarvsflokkurin. Í næsta setningi sigur hann hvør orsøkin er, og tað er at stjórnaruppskotið er fallið. Í triðja setningi sigur hann ikki, at loysingin er fallin, men at føroyingar ikki vilja halda uppat at samstarva við Danmørk.

Hvat er tað so, sum liggur í tí, sum Andrass sigur at stjórnaruppskotið er burturdottið?

Uttan at fara í smálutir vil tað siga, at eisini fyrsta grein í stjórnaruppskotinum er fallin. Hon segði: Færøerne udgør som hidtil en Del af Danmarks Rige, med samme statsretslige Stilling som før 1940, og omfattes af Danmarks Riges Grundlov.

Nú er hetta fallið eftir tí ið Andrass sigur.

Hetta týðir sambært Andrass, at nú eru Føroyar ikki ein partur av Danmarkar ríki. Ríkisrættarstøðan er ikki tann sama sum fyri 1940, og grundlógin fyri Danmarkar ríki fevnir ikki um Føroyar.

Hetta er veruleikin, og ringt er at koma afturumaftur og siga at Andrass ikki hevði rætt í hesum.

Zakarias Wang