Hvat er meiningin ?
Føroysk feløg hava síðan 2007 sett nógvan pening í “Globe Tracker”, sum bara hevur givið hall og kosta Føroyska samfelagnum íløgupening.
Nøkur av feløgunum, sum hava mist pening, eru :
Far-Invest (Føroya Tele), TF-íløgur (Betri), Framtaksgrunnurin, Royndin (“LÍV 3” & “LÍV”), Smyril-Line, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Fremherja, Norðoya Íløgufelag og “GT 6. January 2017 ApS”.
Núverandi eigarar í “Globe Tracker” eru: P/F Royndin(5-9,99%), Norðoya Íløgufelag(20-24,99%), P/F Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag (10-14,99%), P/F Tryggingarfelagið Lív (15-19,99%), Sp/f Framherji (10-14,99%), Sp/f Smyril Line Agency (5-9,99%), Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur (5-9,99%) og GT 6. January 2017 ApS (15-19,99%)
Stjórn / Nevnd í “Globe Tracker”: Jákup Lamhauge (Direktør), Johannus Gunnar Egholm Hansen (Formand), Olavur Ellefsen og Jóan Hendrik Egholm búsitandi í Keypmannahavn.
Íleggjarin “GT 6. January 2017 ApS” hevur hesar ánarar : James William Davis í USA (10-14,99%), Sp/f TF Íløgur (Betri 25-33,32%), P/F Royndin (25-33,32%) og P/F Norðoya Íløgufelag (25-33,32%).
Stjórn / Nevnd “GT 6. January 2017 ApS” : Jákup Lamhauge (Direktør), Kaj Andreasen (Formand), Jan Jakobsen og Annika Sølvará.
“Royndin” og “Norðoya Íløgufelag” eiga í báðum feløgum og gera sostatt íløgur beinleiðis og óbeinleiðis.
James W. Davis, Asheville North Carolina, USA stovnaði upprunaliga felagið.
Michael Paul Reveal búsitandi í Hoyvík hevur verið við í mong ár, somuleiðis Jákup Lamhauge í Hoyvík og Johannus Gunnar Egholm Hansen búsitandi í Keypmannahavn.
Felagið, ella rættari fløgini, hava havt ymisk bústaðir og ymisk nøvn (m.o. “NEMREG SK1 ApS” og” Globe Tracker International ApS”).
Dimmalæting skrivar tann 31-07-2018 m.a. soleiðis í greinini “Royndin gevur hall”:
“Globetracker – er eitt felag, sum arbeiðir við at menna skipanir, ið kunnu spora vørur undir flutningi, og hevur fingið íløgupening frá einum hópi av føroyskum íleggjarum,. . . Úrslitið hjá Globetracker í fjør var 17 milliónir í halli og eginpeningurin minus 28 milliónir, so Royndin hevur niðurskrivað hesa ognina til eitt roknskaparligt virði á eina krónu.”
Hvussu ber tað til at Globe Tracker ApS hevur trupult við at selja sína tænastu, samstundis sum teir eru dugnaligir at selja seg sjálvar til føroyskar íleggjarar ?
Hvussu gevur henda íløga meining fyri íleggjaran ?
Tórshavn, tann 08-08-2018
Andrass Skaalum
Megin kelda: https://datacvr.virk.dk/data/visninger?soeg=Globe%20Tracker%20ApS&type=Alle&language=da