Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvar eru Kristina og Annika?

Nú vit eru farin inn í fimtu vikuna við arbeiðssteðgi hjá námsfrøðingum og hjálparfólki, røkist enn einki fyri, at nøkur loysn er í ljósmála, tí politikararnir, ið skuldu skorið ígjøgnum, krógva seg heldur aftan fyri embætisfólkini.

Hvar er landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss? Og hvar er forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Annika Olsen? Hví krógva tær seg, heldur enn at finna loysnir, so ein endi kann fáast á alt ov drúgva arbeiðssteðginum?

Tað nyttar lítið at standa undir tinghúsinum og siga, meðan upptøkutólini hjá sjónvarpi og útvarpi eru til staðar, at øll »vit øll hava ábyrgd og vilja til at sessast við samráðingarborðið beinanvegin«, tá einki hendir allíkavæl!

Hvat er galið við tykkum, Kristina Háfoss og Annika Olsen? Hví taka tit ikki ábyrgd og bjóða til samráðingar her og nú, heldur enn at tit bara krógva tykkum aftan fyri embætisfólkini, sum gera júst tað, sum tit vilja og siga?

Tað er ein stór skomm fyri okkum politikarar, sum standa og bíða, tí nakrar spælireglar eru, sum vit ikki fáa gjørt nakað við beint nú. Fyri mítt viðkomandi kann eg bara fortelja tykkum, at tolið er uppi, tá ein sær fullkomna passivitetin hjá tykkum, ið skulu eitast at standa á odda fyri hesum samráðingum.

Eg fái meg ikki til at trúgva uppá, at tit hava politiska undirtøku fyri tykkara passiviteti – hvørki kommunalt ella landspolitiskt! Og eg havi enn eingi stig sæð frá tykkara síðu, Kristina Háfoss og Annika Olsen, ið hava sannført meg um, at eg skal stuðla tykkum í tí, sum tit gera – ella rættari sagt ikki gera!

Nú er nóg mikið, tí eingin kann liva við, at einki hendir! Tit eiga sum skjótast at fáa gongd á aftur samráðingarnar, so hetta kann greiðast til gagns fyri alt okkara samfelag, námsfrøðingar og hjálparfólk.

Heðin Mortensen
býráðslimur og løgtingsmaður