Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagfinnur Danbjørg.

Hvar er logikkurin?

Hvussu kunnu fólk, ið bjóða seg fram til at stjórna landinum, fáa seg til at meta Føroya fólk verandi á sama støði, sum tað í grasið bítur?

Tí annað kann tað ikki vera, ið fær hesu fyrst at skriva síðu upp og síðu niður um vanstýring seinastu mongu árini, uttan at skrivað verður eitt orð um ,at flokkur teirra hevur sitið við valdinum í 15 av teimum seinastu 16 árunum. Fyri síðani at fyrigykla lesarunum loysnir á hesum mongu sjálvskaptu fløkjunum, sum tey sjálv og flokkur teirra gjøgnum árini hava vavt okkum inn í. Altíð fyri egnan vinning.

Hetta boðar frá einum skammloysi og frekleika, sum átti at verið undir sjálvcensuri, tí veruleikin seinastu 15 árini hevur víst kósina, sum eisini eftir valið - við 100% vissu - verður sett á sama hátt, sum hon altíð hevur verið sett: fult til høgru - meðan sungið verður: Vi drikker du betaler - hurra, hurra, hurra - vi hejser og du haler - hurra, hurra, hurra.

Dagfinnur Danbjørg.