Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvalastøðin við Áir er opin

Dan Klein --- 12.09.2011 - 15:12

 Hvalastøðin við Áir er tann einasta av teimum tilsamans 7 føroysku hvalastøðum, sum vórðu settar á stovn báðumegin 1900. Hvalastøðin við Áir varð sett á stovn í 1905, og er tann einasta av norskum uppruna, sum enn stendur uppi á norðara hálvu.

 Einans tríggjar hvalastøðir eru eftir av teimum til samans 214 hvalastøðum, sum vóru fram við strondunum í øllum heimshøvunum. Tær flestu vóru norskar. Ein er eftir í Albany í Australia, ein er á South Georgia í Suðuríshavnum – og síðani er tað hvalastøðin við Áir.

 Støðin við Áir tók seinast ímóti stórhvali fyrst í 1980-árunum, men sum støð, ið framleiddi lýsi, turrfóður til útflutnings, seldi stórhvalatvøst til skip og tað føroyska húsarhaldið, helt hon uppat í 1958, hóast støðin var opin nøkur ár í 1960- og 1970-árunum.

 Hvalastøðirnar vóru við til at ídnaðarmenna Føroyar. Stórhvalaveiða hevði við øðrum orðum ein serligan samfelagstýdning fram til uml. 1960.      

 Síðan í vár hava Náttúrugripasavnið og Fornminnssavnið hjá Søvnum Landsins arbeitt á støðini við Áir at rudda, beina burtur og savna saman amboð og útgerð á støðini at varðveita framyvir. Hvalastøðin við Áir skal gerast til savn.

 Bæði søguliga og náttúrusøguliga er støðin ein hugvekjandi fongur fyri ikki bert Sundalagið, har tríggjar hvalastøðir vóru, men eisini fyri allar Føroyar. 

 Húsini á støðini við Áir – Perlan, Ebenezer, Tørkan, Fugan, Kemis, Kvernan, og ikki minst Gamla Spikkókariið skulu aftur koma til heiður og æru.     

 Tey, sum leggja leiðina fram við Áir, sleppa inn í húsini. Tey sleppa eisini at síggja sporini frá fortíðini. Her var lív og virksemi. Enn angar av lýsi úr tangunum.

 Klokkan 16 vitja Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Kim Durhuus, borgarstjóri í Sunda kommunu, á støðini.

 Tey, sum koma á vitjan, og sum minnast støðina, ella kenna onkran, sum hevur arbeitt á støðini, eru vælkomin at koma við gripum og øðrum, sum tey vita kann fáa góða nyttu á einum komandi savni.