Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvalastøðin við Áir - ein maritimur depil fyri savn, ítriv og vinnu

Álit um økisskipan fyri hvalastøðina við Áir er í dag handað Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum. Landsstýrismaðurin setti í fjør eina nevnd at koma við uppskoti um økisskipan fyri hvalastøðina og økið kring hana.

TÍÐINDASKRIV

Í áltinum, sum nú er handað landsstýrismanninum, verður mælt til, at hvalastøðin og økið sunnan fyri hana verður skipað sum ein maritimur depil við savnsvirksemi, frítíðarvirksemi og vinnuvirksemi.

Hvalastøðin og maritima umhvørvið kring hana er atdráttarmegin í deplinum, har ætlanin er, at landið, Sunda kommuna og privat vinna samstarva um at skapa karmar fyri fjølbroytum virksemi.

Mælt verður til, at sjóvinnusavnsvirsemi hjá landinum verður staðsett við Áir og at økissavn verður skipað, ið skal lýsa søguna hjá bygdunum í kommununi við serligum denti á ídnaðarsøguna.

Mælt verður somuleiðis til, at økið sunnan fyri hvalastøðina verður skipað við vinnuligum virksemi, sum vendir sær móti ferðavinnu og frítíðarítrivi, so sum útleigan av smáttum, neystum og bátaplássi, plássi til campingvognar, sjóítrótti, handlum, matstovu og øðrum. Í álitinum verður lagt upp til, at verkætlanin verður framd í stigum. Fyrsta stigið verður at skipa savnsvirksemi á hvalastøðini. Íløgan í hetta er mett at kosta 7,6 mió. kr. afturat teimum 6 mió. kr., ið longu eru játtaðar til bráðfeingis umvæling av bygningunum á hvalastøðini. Fult útbygda verkætlanin verður mett at kosta 47,3 mió. kr.

“Álitið vísir á eina sera áhugaverda ætlan fyri hvalastøðina og økið kring hana, og næsta stigtið verður at kanna møguleikar fyri at fáa ætlanina framda,” sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Umboð fyri Søvn Landsins, Sunda kommunu, Landsverk og Mentamálaráðið, hava verið í nevndini:

Andras Mortensen, Søvn Landsins, formaður

Asbjørn Djurhuus, Sunda kommuna

Edvard Hermansen, Sunda Kommuna

Símun V. Arge, Fornminnissavnið

Erland V. Joensen, Fornminnissavnið

Jan Sørensen, Náttúrugripasavnið

Ole Jensen, Landsverk

Armgarð Weihe, Mentamálaráðið

Álitið er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, www.mmr.fo