Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvaðani kemur svartfuglurin, vit skjóta?

Havstovan er við í eini nýggjari verkætlan at kanna, hvaðan svartfuglurin kemur, sum verður skotin í Føroyum, Grønlandi og Kanada. Hetta verður gjørt við biokemiskum kanningum av fjaðrum frá veiddum fugli. Tí verður heitt á fólk, sum skjóta fugl, um at hjálpa til við hesari kanning og seta seg í samband við Berg Olsen á tlf. 353923 ella 222006.

Tað, sum vit hava brúk fyri, er einum vongi av hvørjum fugli. Samstundis er høvi eisini at kanna, hvat fuglurin hevur etið, og hvussu gamal hann er, og tí er best, um vit eisini fáa høvd og maga av sama fugli. Tað besta er tí at koyra ein vong, høvdið og garnarnar frá hvørjum fugli sær í ein plastikkposa og siga okkum frá. Til ber eisini at frysta tilfarið.

Vetrarveiðan eftir svartfugli tók rættiligt dik á seg eftir 1980, tá forboð varð sett fyri at skjóta fugl um summarið. Áðrenn tað var mest skotið inni á firðum og í sundum, men nú verður eisini farið heilt út á einar 10-20 fjórðingar.

Svartfuglur hevur verið ringmerktur í nógv ár, og hesi úrslit geva eina góða ábending um, hvaðani fuglurin er, men munandi betur úrslit kunnu væntandi fáast, um hendan nýggja verkætlanin eydnast.

Lomvigin, sum verður skotin í Føroyum um veturin er, sambært ringmerkingum, mest bretskur og íslendskur. Av tí at onki er merkt av føroyskum lomviga síðani 1970ini, ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av lomviganum, sum nú verður veiddur um veturin, er føroyskur. Men ringmerkingar vísa, at stórur partur av føroyska lomviganum heldur til fram við norsku strondini og í Norðsjónum um veturin.

Álkan, sum verður veidd í Føroyum, er, sambært ringmerkingum, mest íslendsk, men onkur er eisini bretsk. Vit vita ikki hvar tann føroyska álkan er um veturin, men helst er meginparturin fram við norsku strondini og í Norðsjónum, men kanska onkrar eru eftir undir Føroyum. Bert eini 4.500 pør av álku eiga í Føroyum, og bert 61 eru merktar. Av hesum komu 8 ringar afturíaftur; allir frá skjóting í Føroyum sumrini 1970-1975.

Lundin, sum verður skotin um veturin, kemur, sambært ringmerkingum, úr Norra, og onkur kemur úr Bretlandi. Hóast knapt 3.000 lundar eru merktir í Føroyum síðani 1991, so er ongin ringur komin aftur úr Føroyum um veturin. Bert tríggir føroyskir lundar eru komnir aftur í aftur uttanlands; úr Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.

Nýggju kanningarnar kunnu, sum sagt, geva okkum munandi betur vitan um, hvat tað er fyri fuglur, sum verður veiddur undir Føroyum. Higartil hevur tó lítið verið at skotið í vetur, so tað er umráðandi hjá okkum at fáa hendur á prøvum frá so nógvum veiðifólki, sum til ber, sjálvt um veiðan er lítil.